Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Landsverk: Í løtuni verður samráðst við teir undirveitarar, sum vóru lægstir á tilboðsdegnum, um arbeiðstøkurnar, ið eftir eru at gera.

Málið er at halda fast í so nógvar upprunaveitarar sum gjørligt, tí tað liggur fitt av fyrireikingararbeiði í arbeiðstøkunum, sum longu er gjørt. Talan er um arbeiðstøkur, ið høvuðsarbeiðstakarin TG Verk upprunaliga vann, og sum fevna um timbur- og gipsarbeiði, hurðar, gólv og flísaarbeiði. Umframt innbúgv eru hesar arbeiðstøkurnar tær seinastu, sum verða bodnar út.

Eftir ætlan skulu hesi arbeiðini byrja til várs, og tey fara at vera í gongd heilt fram til avhendingina næsta ár.

Tá hetta arbeiðið er komið undir land, og tilboðini komin inn, eru allar arbeiðstøkurnar við Marknagil avgreiddar. Sostatt er hetta almenna útboðið tað síðsta týðandi stigið í verkætlanini, sum eftir ætlan skal verða liðug á sumri 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo