Í 1905 fingu føroyingar fyrsta trolaran, Lord Alfred Paget. Annar kom til landið í 1907 og triði í 1908. Felags fyri hesar trolarar og aðrar, ið komu seinni, var, at teir bóru seg ikki og fóru av aftur landinum so við og við.
Skiftið frá snørisfiskiskapi við slupp til tøkniliga meira krevjandi veiðihátt við trolara var ikki lætt. Byrjanartrupulleikar, óhapp og lágir fiskaprísir tykjast eisini gera sítt til, at trolaravinnan hevði ilt við at fóta sær.
Eisini er at nevna, at trolarar so javnan máttu av landinum eftir koli, áðrenn farast kundi til fiskiskap. Skipari á stórum koltrolara segði, at teir bunkraðu upp í 400 tons av koli í Skotlandi, áðrenn teir fóru til fiskiskap.
Í tríatiárunum fór kortini at kvinka rætta vegin. Føroyingar løgdu nýggjar leiðir undir seg, og smátt um smátt fingust endarnir at røkka saman. Stóri vinningurin fekst kortini ikki, fyrr enn trolararnir í seinna heimsbardaga fóru at ísa fiskin niður í lastina og at sigla á bretska marknaðin.
Bókin, ”Glottar úr trolarasøguni,” 2019, sigur frá síðutrolarum, ið komu til landið tíðarskeiðið 1905-61. Fyrstu mongu teirra vóru koltrolarar, síðan komu teir oljukyndu og seinni aftur motortrolararnir.
Skálaberg TN 20
Tá ið Kjølbro og Chr. Holm Jacobsen í 1933 keyptu Skálaberg úr Grimsby, hevði eingin trolari verið í føroyska flotanum seinastu trý árini. Lord Shaftesbury, sum hann upprunaliga æt, var smíðaður í 1913 í Selby í Bretlandi, var 283 tons brutto, hevði 430 hesta guvumaskinu og fermdi o.u. 150 tons av saltfiski. Skálaberg var skrásettur í Havn, men reiddur út í Klaksvík.
Í 1934 fór Skálaberg sum fyrsti føroyski trolarin at royna í Barentshavinum. Sambært verkinum hjá Erlendi Paturssyni: ”Fiskiveiði-Fiskimenn,” veiddi Skálaberg hetta árið 242 tons í saltfiski við Ísland og 232 tons eystanfyri. Í 1935 fiskaði hann 323 tons við Ísland og 277 tons eystanfyri.
Nú, Skálaberg vísti á eina gongda leið, komu trolarar honum á baki. Tá ið heimsbardagin brast á um heystið 1939, áttu føroyingar tíggju trolarar. Ein teirra varð seldur av aftur landinum í 1940, og av teimum níggju, ið eftir vóru, fórust fýra, ella annarhvør, av krígsávum.
At bretar umbygdu nógvar trolarar sínar til hernaðarligar uppgávur, gjørdi sítt til, at eftirspurningin eftir fiski øktist, og prísurin bara vaks, sum stríðið harðnaði.
Føroyski fiskiflotin lagaði seg eftrír broyttu umstøðunum og fór at sigla á bretska marknaðin við ísaðum útróðrarfiskifiski úr Føroyum og Íslandi. Trolararnir fiskaðu kortini sjálvir, ísaðu fiskin og sigldu niður á bretska marknaðin.
Fyrstu Oljukyndu trolararnir
Í 1947 fingu føroyingar fyrstu oljukyndu trolararnar, systurskipini Nólsoyar Páll og Jóannes Patursson. At sleppa frá kolinum – og øskuni – var stórt framstig. Nólsoyar Páll hjá Chr. Holm Jacobsen kom nýggjur á Havnina 1. mai 1947. Hann var smíðaður í Beverley í Bretlandi, 526 tons brutto og hevði 800 hesta guvumaskinu.
Jóannes Patursson hjá pf. Uvak í Havn kom til Føroya fáar vikur seinni. Eisini hann var spildurnýggjur, smíðaður í Beverley í Bretlandi, 526 tons brutto og hevði 800 hesta guvumaskinu. Trolararnir tóku um 300 tons av saltfiski.
Hans Pauli Johannesen, sum hevði ført koltrolaran Norðbúgvan, førdi Jóannes Patursson fyrstu átta árini. Hann sigur í endurminningum sínum, at størsta umskiftið frá Norðbúgvanum til Jóannes Patursson var maskinan, frá kolfýring til oljufýring. Tað var sonn kolvelting, ikki minst fyri teir í maskinrúminum.
Hans Pauli sigur eisini, at tað var so ómetaliga nógv ómakaleysari bara at binda oljuslanguna í, tá ið lagt varð at bryggju, og fylla á, til tangarnir vóru fullir, enn at skula lempa kol í nógvar tímar.
Eitt var at fáa kolið umborð, segði hann, annað at fáa øskuna fyri borð aftur. Varð skjótt og nógv fiskað tíðliga á túrinum, ráddi um at lempa kol fyri borð í sama mun, sum lastin fyltist við fiski. Tað gav nógv eykaarbeið, og nógv kol fór fyri einki.
Í 1951 keypti Kjølbro í Klaksvík Jóannes Patursson frá pf. Uvak. Hans Pauli helt fram at føra Bóndan, sum trolarin eisini varð róptur, til 1955, tá ið hann fór at føra Fiskanes. Svenning Johannesen, yngsti bróðir Hans Paula, førdi síðani Jóannes Patursson í nøkur ár. Samson O. Samson var seinasti skipari á Jóannesi Paturssyni.
Her leggur Føroya fyrsti oljukyndi trolari, Nólsoyar Páll, flaggskrýddur at bryggju í Havn í 1947. Chr. Holm Jacobsen átti hann. Mynd: Tjóðsavnið.
Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



