Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SMS: Í 2019 seldi Sunset Boulevard útivið 4 mió. av sodavatni í einnýtiskoppum í Danmark og Føroyum tilsamans. Men tað heldur uppat nú.

Nú verður nevniliga ikki gjørligt at fáa sodavatn í einnýtiskoppi, ið blakast burtur eftir nýtslu. Í staðin kemur eitt endurnýtsluglas, ið kann koyrast í uppvaskimaskinuna og soleiðis nýtast umaftur. Tað er í samstarvi við danska bryggjaríið Royal Unibrew, at Sunset er farin í holt við nýggja átakið.  

So statt veittrar Sunset Boulevard útivið 4 mió. av einnýtiskoppum um árið farvæl. Koppar, sum annars høvdu endað í ruskspannini.

- Sum tann fyrsta skundverðaketan í Danmark gevast vit við at brúka einnýtiskoppar. Vit eru í ferð við at røkka málum okkara um at skapa eina burðardyggari fyritøku – minni av einnýtisplasti, minni av pakkitilfari og meira burðardygd. Við hesum taka vit enn eitt stig á røttu leið. Vit vóna, at vit vit hesum grøna skiftinum kunnu geva øðrum í vinnugreinini íblástur til at ganga somu leið, sigur stjórin í Sunset Boulevard, Jens Broch, og hann heldur áfram: 

- Sum ein eykaágóði kunnu allir gestir okkara fáa sær uppí aftur ókeypis, meðan tey njóta matin í matstovuni. Vit vóna, at gestir okkara fara at taka væl ímóti átakinum við endurnýtslugløsunum, sum, umframt at minka um okkara nýtslu av pakkitilfari, eisini er við til at geva teimum vitjandi eina betri uppliving. 

Samstundis sum Sunset Boulevard byrjar at nýta endurnýtslugløs, sleppa tey eisini av við plastsúgvurør og -lok; eisini, tá kundar bíleggja útvið. Tað verður soleiðis, at tey, sum bíleggja útvið, fáa sodavatn í fløsku, sum síðan kann latast inn aftur á teimum vanligu fløskumóttøkunum.      

Um Sunset Boulevard:
Sunset Boulevard er størsta danska skundverðaketan í danska kongaríkinum. Tann fyrsta matstovan lat upp í Odense í 1996. Í dag eru 44 Sunset-matstovur um alt Danmark og ein í Føroyum.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo