Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hetta er tíðin tá havhestaungarnir koma á sjógv, leygardagur er og veðrið gott, eisini á sjónum, so helst eru nógvir farnir við glúpinum.

Tað frættist frá nøkrum, sum hava fingið eitt sindur, men ikki nakrar stórar mongdir enn. Ofta plagar nakað at koma á sjógvin, tá tað er eitt sindur av vindi, og eru forsøgnirnar eftirfarandi, so verður eitt sindur frískari vindur næsta mánadag. So kanska fer at liggja fyri í vikuni sum kemur, tí veðrið verður gott við lítlum vindi alla vikuna, burtursæð frá mánadegnum.

Enn eru menn ikki farnir at selja í Vágsbotni, men á netinum ber til at skriva seg upp til at fáa grýtukláran hashest, tá hann er tikin. Har eru prísirnir um 80-100 kr fyri hvønn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo