

Ein grein á donskum stóð í Sosialinum, ið Sigri M. Gaini hevði skrivað til Jyllands-Posten. Ein syrgin Gaini veitraði sínum humanistiska Evropa farvæl.
Vit fáa at vita, at hon er Ph.d. og undirvísir á Setrinum í ‘politiskari heimspeki’. Hon var í eini Vísindavøku í KvF, og evnið tá var vist ‘haturstala’.
‘Hate speech’ er nýggj ‘vísindi’, og ideologiska endamálið hjá teim serkønu er at teirra almenn tankaløgregla skal sensurera innihaldið á øllum sosialum miðlum.
Tey hugsa 1: Tað, ið tit borgarligu skriva, er ‘haturstala’, meðan okkara vinstrahalla skvaldur er ‘kærleikstala’. Politiska ætlanin er at stýra fólkahugsanini og at sensurera helvtina burtur.
Tey hugsa 2: Tá tú ikki sleppur at siga tað, tú hugsar, klárar tú skjótt ikki at hugsa tað, tú hugsar.
Bretska løgreglan hjá sosialistiska Starmer handtekur eini 30 fólk dagliga til rættarsókn. Ein húsmóðir fekk júst 22 mánaða fongsul fyri rasismu á FB.
Hon hevði átalað, at UK loyvir 1.000 rekavættum upp á land um dagin. Í 2024 var ‘Mohammad’ mest ‘doypta’ dreingjanavn í London (eini 8.000 nýggir Mohammad’ar í UK íalt).
Gaini syrgir, at Evropa ikki longur er humanistiskt. Hon hugsar sosialistiskt. Humanisma er kúheiðin stuldur og umskriving av jødisk/kristnum lívsvirðum.
Sosialisma er jú eitt falsað umskriving av fjallaprædikuni. Líknilsið um hin miskunnsama samverjan sigur, at hesin rindaði sjálvur fyri røktina av sínum álopna næsta.
Humanisman áleggur øðrum at gjalda fyri mín sosiala tørv. Gaini kann kalla seg akademiskan humanist. Men hon líkist meiri alment løntum aktivisti á Setrinum.
Ósminkaður jødahatur
Fáar reglur niðri í greinini stinga hennara antisemitisku hógvar undan. Hon kundi verið ein vanlig blanding av tjóðveldismarxisti, skápsmuslimi og antisemitti. Hvat annað, sum hon skrivar – í einum hylki av humanismu?
Talibanar høvdu náttúrliga atkvøtt Tjóðveldi, um teir valdu í Føroyum.
Tað er einki upprunaligt við hennara grein. Sama sum fleiri aðrar á sprongd av jødahatri, ið skuldseta jødar fyri svøltur, (barna)morð og fólkadráp í Gaza.
Palestinar eru jú enntá offur fyri, at Hamas leyp á Ísrael 7. okt. 2023. Blóðtystir barbarar særdu eini 4.000 fólk. Teir brendu, limaðu sundur og drupu børn sum vaksin, neyðtóku kvinnur í 100-tali og rændu 250 gíslar í Ísrael í 1 dag, 5.000 íalt.
Størsta mannfall av jødum síðan Holocaust, tá við SS á odda. Palestinar eru altíð offur, ið einki makta at skapa heima ella úti enn at mótmæla ímóti Ísrael.
1 mió fólk dripin í Iran síðan 1979
Gaini átalar als ikki islamskt barbarí í greinini? Hvaðar rýmir hon, tá 100 mió innbrots-muslimar hava oyðilagt Evropa? Fer hon heimaftur til sitt fedrana taliban-lalaland, Iran, at humanisera? Síðan 1979 hava mullahnir dripið 1 mió fólk, 50 ferðir fleiri enn teir Hamas-bøðIar, ið IDF hevur nakkað í Gaza.
Ísrael og USA hava latið Gaza 2 mió tons av mati og útgerð síðan 07/10/23. Hvat geva arabisk lond sínum trúarbrøðrum og –systrum? Ikki tugguna, men heldur pening til tunlar og vápn til at drepa jødar við.
Hamas, væl stuðlað av ST(!) hevur við vápnum rænt dastið av vesturlendskari neyðhjálp frá gazabúgvum, selt hana svart og brúkt mia av $ og Evrum til at grava rottutunlar til sín sjálvs at goyma seg í undir Gaza.
ST stuðlar skammleyst Gainisa barbarum ímóti demokratiska Ísrael. Hon skuldi heldur takka IDF fyri at bumba A-orkustøðirnar í hennara Iran.
Við at hata Ísrael og jødar má ein væl stuðla sinum fedralandi við hasum 87 ára gamla Ayatollah sum ovasta leiðara í hasum trøllalandi.
Nú stinga sosialistiskir leiðarar í Evropa síni trýni undan og vilja viðurkenna ein islamskan stat. Hvør statur er tað? Hann hevur ongantíð verið. Navnið Palestina hevur landafrøðiligan uppruna í Rómaríkinum (fyri 2000 árum síðan og 2.000 ár eftir Abraham, jødanna forfaðir). Arafat gróv navnið uppaftur í 1964 og kravdi ein Palestinskan stat
Palestinar hava fingið 5 tilboð um statin síðan 1993, men vrakað øll. Teir vilja ongan palestinskan stat hava, men bert at drepa allar jødar og yvirtaka Ísrael.
Islamar verða okkara undirgangur
Eg eri samdur við Gaini í, at Evropa fúnar í skamm- og ryggloysi. Orsøkin er, at Gainisa humanisma hevur rotað okkara heimspart og vesturlendskan mátt og megi við sosialismu. Trump bjargaði USA og nú vónandi okkum á eggini.
Tað kravdi ein Trump til at sparka ES úr seingini til at gjalda fyri og verja seg sjálvt og serliga Ukraina. Nú geva øll Trump skylduna fyri Putin.
Ikki eitt kis, tá Obama og Hillary forerdu Putin 20% av Ukraina í 2014. 700.000 dripnir sýrar og 600.000 sudanar, 1 mió etiopar í Chad hungraðir í hel, øll av sínum egnu. Billa tær inn, at Gaini og Co kluvu í tvey um tey fólkamorðini. Men tá boð eru eftir jødahatarum, leypa mong vinstrahall úr sosialistisku rottureiðrunum.
Humanistar høvdu til í 2016 loyvt 26 mió muslimum inn í Evropa: Danmark 5%, Grikkaland 6%, Norra 6%, Týskaland 6%, Bretland 7%, Holland 7%, Belgia 8%, Svøríki 9%, Frakland 9%, Bulgaria 11% av øllum íbúgvum í nevndu londum.
Í 2025, bert 9 ár seinni, eru teir 26 mió muslimarnir øktir til 48 mió. M.a. hesir tilflytarar (og innbrótarar) við høgum burðaravlopi hava saman við evropiskum sosialistum verið atvold til, at ES-politikarar stuðla Palestina.
Okkara humanistisku kvinnur eru fult upptiknar av at realisera seg sjálvar og tíma tí ikki at fáa so frægt av børnum, at tað heldur okkara humanistiska fólkatali uppi.
Pew hagstovnurin metir, at í 2050 við verandi gongd búgva 90 mió muslimar í Evropa. Nóg mikið til, at tá hevur Evropa stuðlað av Gaini & Co gjørt kollektivt kamikaze. 20% islamar í einum landi er ríkiligt at beina fyri tí.
Krav um Sharia og skýhøg brotstøl
Brotstølini eru skýhøg millum muslimar. Longu nú krevja útivið 50% av muslimum í Evropa fólkastýrið avsagt og Sharia-lóg setta í verk.
Hon krevur konur í burka og hijab, loyvir konubúking, avrádd hjúnaløg, FGM, hjúnaskilnað, tá menn krevja tað, dráp av samkyndum, madrass-skúlar bert fyri dreingir, ærudráp, útiforboð fyri kvinnur uttan fylgjara, koyribann fyri konur osfrv.
Fyri hvørt 1%, ið talið av muslimum økist, økjast tølini fyri manndráp 3,6%.
9% av øllum svium eru muslimar, men teir gera 58% av øllum brotsverkum, 70% av knívstungum, drápum og drápsroyndum. Svøríki er morðhøvuðstaður í Evropa. 150 bumbur bresta í Svøríki og 100-tals bilar verða brendir árliga.
Svenska løgreglan heldur seg burtur úr 55 býarpørtum, og sjúkra- og brandbilar fara ikki inn hagar uttan vardir av løgreglu.
Í Danmark er talið á brotsverkum 51% hægri millum tilfluttar menn og 149% hægri millum menn í 2. ættarliði enn fyri innføddar danir.
Í Danmark hevur løgreglan skrásett 3.200 limir í brotsliðum, í Svøríki 34.000!
Árliga kosta hálv mió muslimar danska statskassanum 90 mia kr árliga.
Í Bretland veit løgreglan, at muslimsk (serliga pakistansk) harkalið neyðtaka 100-tals gentur undir aldur hvørja nátt. Tað fær ongar fylgjur, tí politikarar og løgregla ræðast, at humanistar, sosialistar og islamar skuldseta teir fyri rasismu.
Og tó..., nú hómast ein glotti, tí fleiri ES-lond vilja steðga islamsku innrásini til Evropa. Hatta fólkaslagið eru størstu nassarar í heiminum. Tey rýma úr sínum miseydnaðu og fátæku heimlondum og spilla frá sær í nýggju vertslondunum.
Heldur lært prestastýrið i Iran
Sigri M. Gaini er helst ein vavstur av Tjóðveldi, anti-semitismu, islamismu, humanismu, marxismu og (kann ein gita) LGBT-ismu (ið er politisk og hevur lítið við samkynd at gera), klimakultismu osfrv.
Skulu vit ikki bara kalla allar hesar idiologisku kultarnar undir akademiska felagsheitinum ‘politisk filosofi’ ella bara sosialistisk propaganda.
Demokratiska Ísrael liggur langt oman fyri politiska Hamas-moralin. Hamas er millum argastu yvirgangskroppar í heiminum í dag.
Miðal hampa borgarlig skilafólk ynskja bert, at Trump stuðlar Netanyahu og IDF til at stríðast, til Hamas hevur latið ísraelsku gíslarnir enn eftir á lívi leysar.
Tá heimsins palestinsku útskot eru ruddað úr Miðeystri og vónandi úr Vesturlondum, kunnu Gaini og hennara politisku trúarfelagar byggja síni marx-jihadisku sandslott og agitera víðari um ‘hate speech’ fyri almenna løn á Setrinum o.ø hægri lærustovnum. Skattgjaldarin rindar fyri hesa ‘humaniseringina’
Um nakrar mánaðir hevur IDF jarðað flestu islamskar barbarar, meðan Trump og Bibi rudda víðari út í teim sosialistisku køstum, ið enn plága Vesturheimin.
Eftir Gaza fara Trump, USA o.o. NATO-lond av reka Putin úr Ukraina.
Kanska kundi Sigri M. Gaini farið pílagrímsferð til sítt fedranna Iran og upplýsa sínar partamenn har um, hvussu kapialisma og demokrati virka.
Sjalom.
Óli Breckman
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo