Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Kinna Poulsen: Hon er at síggja til lívlig, kát og litrík; framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS, sum letur upp í gallarínum hjá Steinprent fríggjadagin 20.nov kl. 16-18. Hetta er ein framsýning, sum granskar øll brigdi av viðurskiftunum millum menniskju, ting og umhvørvi – millum kronologi og samanhang – millum ítøkiliga og óítøkiliga rúmið hjá menniskjum, tingum og listaverkum. Verkini fevna um bæði abstraktión og figuratión og fyrihalda seg til listarligar grundspurningar um mimetiska, myndaliga umboðan. Listakvinnan er sera tilvitað um myndatulking og ta ávirkan og samspæl, sum hendir, tá myndir og tekstir verða sett saman við øðrum myndum ella teksti. Eitt ting kann hava ymiskan týdning alt eftir hvørjum umhvørvi tað er í. Endurtøkur mynda eitt mynstur, ið økir um upplivingarmøguleikarnar av hvørjum einstøkum verki á framsýningum.

THE PEOPLE AND THE THINGS fevnir um málningar, keramikk og tekst í støðugari interaktión. Silja Strøm hevur tikið lut á fleiri bólkaframsýningum í Norðurlandahúsinum, Listasavninum og í Steinprenti, men fýra ár eru síðan hennara seinastu serframsýning í Føroyum. Listakvinnan fekk í februar tillutaðar 6 mánaðar starvsløn frá Mentanargrunninum og tað kundi sæð út sum hevur hetta verið ein góð íløga, tí nýggja framsýningin ýður av íblástri, nýggjum hugskotum og listarligum yvirskoti. Silja Strøm er ung listakvinna, hon er fødd í 1987, men av tí, at hon er sera dugnalig og miðvís er hon longu rættiliga roynd og virðislønt fleiri ferðir. Hon er úr Vestmanna og hevur útbúgving frá akademinum í Glasgow, og í 2010 fekk hon Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum, Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við Steinunn Thórarinsdóttir og í fjør var tað hon, sum gjørdi árligu gávuprentini til limir í grafikkfelagnum Steinbrá. Hon hevur myndprýtt fleiri bøkur, m.a. stuttsøgusavnið hjá Hanusi Kamban, Gullgentan, sum varð innstillað til norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2012.

Grundleggjandi snýr framsýningin seg um sambond millum fólk og teirra umhvørvi psykologiskt, sosialt og hvat, ið ávirkar hesi sambondini. Her eru myndir av menniskjum, sum ikki interagera, sjálvt um tey eru í sama rúmi. Sosialt tykjast persónarnir fongdir av ógvisligum smædni, har er okkurt beinleiðis klombrut yvir samspælinum, sum minnir eitt sindur um viðurskiftini millum persónarnar í áhugaverdu myndunum hjá stóra italska meistaranum Giotto í byrjandi renesansutíðini, t.d. í myndini, har foreldur Mariu, Anna og Joakim kyssast við eitt gylt portur. Staðfestast kann, at kærleikin millum menniskju ikki er uttan trupulleikar og tað man vera galdandi fyri bæði 14.og 21.øld. Tað sosiala hevur yvirhøvur stóran týdning fyri Silju Strøm og tá hugsi eg ikki bara um innihaldið í hennara verkum. Tað, at hennara verk í stóran mun eru gjørd burtur úr burturkasti er eisini í sær sjálvum ein ideologisk yvirlýsing, sum fyriheldur seg til umhvørvisverndarligar hugsanir, og sum kanska eisini viðmerkir forbrúkarahugburðin í samtíðini. Hetta sama liggur í avmarkaðu støddini á verkunum, sum gevur varhugan av einum eyðmjúkum listafólki við stórari umsorgan fyri sínum umhvørvi. Sjálvt um talan er um eina stóra framsýning við nógvum verkum, kunnu vit neyvan tosa um stórar armrørslur í hesum sambandi, tí verkini eru so smá í vavi, men tey eru lutvíst meira málandi í støðum enn vit hava upplivað higartil og tað er gott, tí Silja Strøm er eisini ein framúrskarandi málari, umframt at hon er ástøðiliga væl grundað sum samtíðarlistafólk. Á framsýningini verður høvið at lesa onkrar av hennara listarligu hugsanum, tær eru festar á blað á litað pappír, sum áskoðarin eisini sleppur at taka við heim, hervið er sosiala hugsanin førd heilt út í tað idealistiska, at øll áhugað ókeypis sleppa at taka ein part av framsýningini við heim. Framsýningin THE PEOPLE AND THE THINGS verður at síggja í Steinprenti fram til 17. januar í 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo