40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sinnisbati: Tann 28. Februar 2023 var aðalfundur í Sinnisbata, og nógv fólk vóru møtt upp í hølunum hjá Megd hetta kvøldið.

Súsanna Olsen forkvinna legði fram sína forkvinnufrágreiðing, har hon legði dent á virksemið í farna nevndarári. Tað hevur verið eitt virkið nevndarár við fleiri tiltøkum, átøkum og bókaútgávu.

Harumframt kundi Sinnisbati hátíðarhalda 40 ára stovningardag. Súsanna rósti eisini nýggja ungmannafelagnum hjá Sinnisbata, Sinnisbati Ung, sum hevði stovnandi aðalfund í februar 2022. Tey hava verið sera virkin og sjónlig á ymisku miðlunum, og verið við til at varpa ljós á sálarheilsuna hjá ungum.

Forkvinnufrágreiðing og ársfrágreiðing eru tøk á Sinnisbati.fo.

Í nevndini hjá Sinnisbata kunnu 7 nevndarlimir sita og í minsta lagi 2 tiltakslimir.

Til aðalfundin stóðu 5 av 7 nevndarlimum fyri vali, og øll stillaðu uppaftur. Harafturat vóru tvey nýggj andlit, sum stillaðu upp.

Sinnisbati hevur altíð tørv á góðum kreftum, og eru heili 11 nevndar- og tiltakslimir í nýggju nevndini.

Á fyrsta nevndarfundi 7. mars skipaði nevndin seg soleiðis:
- Súsanna Olsen, forkvinna
- Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
- Súsanna Herdalur Tausen, skrivari
- Rannvá Dam í Baiansstovu, kassameistari
- Erla Matras Jensen, nevndarlimur
- Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
- Minna Sólfinnsdóttir, nevndarlimur
- Margretha Poulsen, tiltakslimur
- Joan B. Poulsen, tiltakslimur
- Elisabeth Carlsson, tiltakslimur
- Rógvi Fossádal, tiltakslimur

Nýggja nevndin er til reiðar at fara til verka til eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv virksemi er á skránni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo