Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Høllin á Hálsi verður karmur um risa tiltakið 90ini umaftur 9. mars í Høllini Á Hálsi. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til.

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkaðir til tiltakið. 

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið.

Siri frá Ipkiss
Tíðin tá Prix Føroyar var í hásæti var nakað heilt serligt. Nú hava vit aftur møguleika at uppliva ein feril av hesum 9.mars, tá Siri Hansen frá bólkinum Ipkiss, sum var í finaluni í Prix Føroyar kappingini í 1997, aftur fer á pall í Høllini Á Hálsi. 

Minnast tit lagið 'Alone' við Ipkiss? Tað verður uttan iva ein stuttlig løta, at aftur hoyra tað lagið á einum palli og verður hetta reint nostalgi til tíðina, tá tónleikurin skapti løturnar. 

Hetta endurtaka vit leygarkvøldið 9.mars og tit kunnu enn tryggja tykkum pláss til tiltakið á ebillett.fo.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo