Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Eg havi ongar ætlanir um at flyta heilsudepilin úr Vágum. Eg ætli mær hinvegin at menna og styrkja heilsudepilin.

Verkætlanin, sum vit nú fara undir ber heitið "Heilsutænastur í nærumhvørvinum". Í hesum liggur, at tað er partur av sjálvum hugtakinum um fyribyrging at tænastan er nær borgarunum og harvið lætt atkomulig.

Í tí tilfari, sum er sent út um ætlanina, og sum vit hava kunnað allar partar um, er ætlanin at arbeiða í størri økjum, við sterkum heilsudeplum. Skotið verður upp, at tey trý læknadømini – Vága, Norðstreymoy og Eiðis læknadømi – verða løgd saman í eitt heilsuøki.

Í einum heilsuøki kunnu vera ein ella fleiri heilsudeplar. Tað framgongur eisini av tilfarinum. Og júst í hesum økinum, sum er eitt sindur spjatt landafrøðiliga, verður við vissu neyðugt við fleiri heilsudeplum til tess at veita øllum borgarum í økinum heilsutænastur.

Kommunulæknaskipanin er ein grundsúla undir okkara heilsuverki. At gera eina umskipan skal og fer at  reisa spurningar. Tað er gott. Tí á tann hátt fáa vit ta besta úrslitið. Eg vóni inniliga, at vit fáa eina uppbyggjandi og livandi viðgerð, nú arbeitt verður við at bøta um okkara kommunulæknaskipan, til frama fyri bæði fyri tey, ið hava brúk fyri tænastu og tey, ið virka í skipanini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo