Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ofta verður tosað um sjálvberandi búskap og í sama andadrátti koma vallyftir fyri nógvar pengar. Síðan verður tosað um manglandi avlop í góðum tíðum.

Hóskandi avlop eigur at verða eins stórt og størsta undirskot eitt vánaligt ár. Størsta undirskotið var í 2006 tá tað var 688 mió. Er tiðirnar nú sera góðar, sum fólk ofta tosa um, so eigur avlopið í landskassanum at verða 688 mió.

Roknskapurin fyri 2022 hjá Landskassanum

Inntøkur              6.325 mió.                                                          

Útreiðslur            -5.774

Íløgur                    -450

Úrslit                     +137

Avlopið er 137 mió. Eftir nevnda leisti átti tað at verið 688 mió. Munurin er 550 mió.

Íløgur noyðast at verða á leið 450 mió. í meðal tí alt bygt verður kostar so nógv. Harumframt verða ov nógvir rossahandlar gjørdir tá lítið er avsett til íløgur.

Vit kunnu lækka íløgur fyri at fáa størri avlop í góðum tíðum og fyri at minka ferðina á búskapinum í góðum tíðum.

Men meginpartin av nevndu 550 mió. noyðast vit at finna við sparingum í rakstri ella við at hækka skattir og avgjøld.

Í roknskapinum fyri 2022 eru blokkstuðul og aðrar ríkisveitingar.

Vallyftir í hesum døgum, har meginparturin ikki er fíggjað og restin er fíggjað við pengum, sum ikki eru til, gera okkum ikki meira sjálvbjargin.

Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo