At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Stóri búskaparvøksturin tey seinastu árini gevur okkum eitt upplagt høvi til at taka stór fet mótvegis loysing og fullum frælsi, sum sjálvstøðug tjóð. Stig ið eru neyðug, um vit framhaldandi skulu mennast og skapa vøkstur í samfelagnum.

Afturhald og undirbrotligheit
Afturhald hevur tíverri sníkt seg inn í føroyska samfelagið. Áhugin til at skapa virðir og byggja land viknar. Tann kenslan sær út til at vera sera trupul at fáa úr fólkið aftur. Tey halda tað vera trygt og gott at Føroyar eru bundnar av einum øðrum landi á nógvum økjum.

Um man hyggur út frá tí persónliga sjónarhorninum er støðan undarlig. Tey allarflestu vilja vera sjálvstøðug og hava fulla ávirkan og avgerðarrætt á teirra egna lívið. Tá tað er landspolitiskt fer píban knappliga eitt annað ljóð. Í øðrum londum hátíðarheldur man dagin har man bleiv sjálvstøðugur. Tey hátíðarhalda tað at tey hava skapt eina felags mentan, samleika og tjóð, sum tey kunnu standa saman um.

Teir óendaligu møguleikar tað gevur okkum at gerast sjálvbjargin mugu ikki undirmetast. Alheimurin virðir ikki eitt land, sum ikki vil taka fulla ábyrgd av egnum viðurskiftum. Mong høvdu undrast um tey kendu okkara støðu. Eitt land sum hevur allar fyritreytir til at gerast sjálvstøðugt, men kortini velur tilvitað ikki at gerast eina tjóð, ið kann blíva viðurkend. Tí í løtuni eru vit ikki viðurkend sum tjóð í ST og øðrum felagsskapum. Tað skilir man væl, tí tað snýr seg um at vísa heiminum at vit eru til og til reiðar at taka ábyrgd og gera okkara ávirkan galdandi.

Fíggjarliga avbjóðingin
Tey afturhaldssinnaðu siga at vit ikki hava ráð til at sleppa okkum av við ríkisveitingini. Tey skilja ikki, at tað snýr seg um at byggja land. Skullu vit av við blokkin á góðar 600 mill árliga, jamen so seta vit sum mál at virðisskapa tad meira og føra tað út í lívið. Tað snýr seg um at hava rættan hugburð og at seta sær nøkur mál, so man sum land og fólk hevur nakað at arbeiða fram ímóti.

Ratingin hjá Moody’s sum vit fáa á hvørjum árið, er partvís basera uppá merittum hjá einum øðrum landi og tí eiga vit ikki fulla æruna av teittu rating vit fáa. Tað er sum at fara til bankan og biða um eitt húsalán og tá bankin skal vurdera tína fíggjarstøðu, kanst tú leggja avtrat at ein triði partur kann veita trygd fyri láninum. Ein sovorðin støða er mannminkandi og flovislig.

Demokratiskur trupulleiki
Nógv viðurskifti hjá Føroyum eru, sum áður nevnt, enn undir donskum ræði. Viðurskifti sum hava ávirkan á okkara gerandisdag. Eitt parlament í einum øðrum landi, sum hevur avgerðarrætt yvir Føroyum á nøkrum økjum, mest eyðsýnt á uttanríkispolitiska økinum. Tað er fullkomiliga hol í høvdið og er ein beinleiðis háðan av øllum demokratiskum virðum. Hetta merkir at vit hava eina støðu í dag, har vit velja eitt løgting, sum ikki hevur fullan ræðisrætt yvir øllum viðurskiftum hjá Føroyum. Støðan er ikki haldfør og kemur at seta fótonglar fyri verjuna av føroyskum áhugamálum. Trupulleikin hevur verið eyðsýndur tá áhugamálini hjá dønum og føroyingum ikki samsvara. Tá takað danir síni áhugamál frammum og sjálvsagt gera teir tað, tí tað hava teir skyldu til.

Yngra ættarliðið
Tað yngra ættarliðið fær tað fatan, at ein ikki nýtist at taka fulla ábyrgd yvir egna lívi og viðurskiftum. Ein nýtist ikki at taka stór og trupul stig til meiri sjálvbjargni ,tá man bara kann fáa stuðul frá Danmark og tí almenna. Vit uppala tey ungu til at vera mátt -og hjálparleys. Vit billa teimum inn, at tey hava tørv á stuðli frá tí almenna, tí annars klára tey seg ikki. Hvussu skulu vit byggja land í framtíðini, tá sjálvsáliti og trúgvin uppá egnar førleikar hjá teimum ungu eru blivin sápla niður í einki.

Tann stóri trupulleikin er, at tey ungu koma at arva ein afturhaldshugburð, sum ger tað, at tey als ikki eru fyrireika uppá framtíðar avbjóðingar, sum heilt vist fara at koma.

Ábyrgdarkenslan
Ábyrgdarkenslan hevði verið styrkt um tey síðstu stigini mótvegis loysing blivu tikin. Tann eggjandi hugurin til at skapa meiri virðir og menna seg sum tjóð má vera til staðar, tí annars stagnerar samfelagið. Vit blíva ov nøgd og halda okkum ikki hava tørv á vøkstri og menning longur.

Ferðin til meiri sjálvbjargni hevur skapt tann vøkstur og vælferð vit hava í dag. Ferðin er tað sum ger okkum ríkari sum tjóð. Uttan mál og mið kemur tú ongan veg og tí má loysing og sjálvbjargni koma á dagskránna aftur.

Rói Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo