Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nudlar.net: Tað er einki undarligt í, at málið um rúsdrekkakoyringina hjá Jørgen Niclasen fyllir nógv í miðlum, í sosialum miðlum og í samrøðuni millum fólk.

Jørgen er ein polariserandi figurur, og hann sat í einum av landsins hægstu størvum.

Tá hann so ger nakað álvarsamt kriminielt, og velur at leggja landsstýrissessin frá sær, so eru nógv, ið síggja møguleikan at herja á, eisini eru tað nógv, ið heilt legitimt eru sera ill. 

Tí lat tað vera sagt beinanvegin, at rúsdrekkakoyring er álvarsom.

Tað sum harmar meg mest í øllum hesum, er at fólk faktiskt royna at bagatellisera rúsdrekkakoyring.

Eg havi lisið vanlig skilafólk siga, at rúsdrekkakoyring ikki hevur stórvegis uppá seg, at hetta er nakað, sum so nógv gera. Onnur siga, at hetta ikki er tað versta, ið hann hevur gjørt, at onnur uppaftur onnur rógva fram í móti, at hetta er ein fella, eitt karaktermorð og mangt annað. 

Eg helt, at vit sum samfelag vóru komin longur enn hetta. 

Eftir drúgva arbeiðið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, so helt eg, at vit vóru samd um, at rúsdrekkakoyring er ábyrgdarleys.

At rúsdrekkakoyring er óacceptabul uppførsil, ið setur onnur lív í vanda.

Tað er ikki ok at koyra skít! Tað er ikki ok at skít! Tað er ikki ok at koyra skít! 

Um tað er so, at onkur hevur meldað Jørgen, so er tað ikki ein fella, tað er tað rætta at gera!

Eg vóni veruliga, at vit øll melda ein persón, ið hevur so høga promillu, og ætlar sær í ein bil. Hetta er ikki eitt hálvt glas av víni ella ein promilla, ið á nakran hátt liggur tætt at tí lógliga, hetta er at vera sjónliga ávirkaður.

Tað sagt, so er tað menniskjaligt at gera mistøk, og tí føli eg eisini við manninum.

Les allan bloggin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo