Nýggja bókin hjá Harry prinsi, sjálvsævisøgan "Spare", kom á marknaðin í dag, og hon hevur bara selt heilt fitt higartil.
Í Stórabretlandi, USA og Kanada vórðu 1,4 milliónir eintøk seld av bókini hendan fyrsta dagin, skrivar tv2.dk.
Hetta er met hjá forlagnum Penguin Random Houses, sum gevur bókina út.
Í bókini førir Harry prinsur millum annað fram, at hann varð sligin av William, stórabeiggja sínum, og hann sigur eisini, at hann drap 25 Talibanhermenn, meðan hann var í herinum í Afghanistan.
Bókin er ikki týdd til føroyskt, men hon er komin út á donskum við heitinum "Reserven".
Bókin fær sum heild góð ummæli frá donsku avísunum. Politiken og Ekstra Bladet geva bókini 4 av 6 møgiligum stjørnum, Berlingske gevur bókini 5 av 6 stjørnum, meðan Information hinvegin er meira neiligt og gevur bókini 50% av 100.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo