

Tað er sera einfalt.
Nýggja landsstýri boðar donsku stjórnini frá, at vit vilja seta tað sjálvstýristilboð í verk, hon gav okkum í 1946, og gera ein sáttmála við Danmark um hetta.
Eitt av valevnum sambandsins segði í valstríðnum, at tann danski stuðulin til Føroyar er 1200 milliónir krónur. Av tí at fíggjarlógin er gjørd fyri 2023 er neyðugt at fíggja hesa óvæntaðu útreiðslu við einum landskassaláni. Har fáa føroyingar fyrstarætt at keypa lánsbrøv. Síðani kunnu vit nýta teir møguleikar, sjálvstýri gevur okkum, til at fáa eina betri framtíð fyri land og tjóð.
Zakarias Wang
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo