Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er við góðum treysti, at vit nú fara í gongd við at fyrireika Sjálvstýri til komandi løgtingsval, sigur Sámal Petur í Grund, formaður, nú flokkurin er góðkendur og kann stilla upp til løgtingið. Poltikkur Sjálvstýrisins hevur mangla í føroyska samfelagnum.   

Sitandi samgonga hevur við sínum margháttliga høgravenda politikki verið við til at økja um gjónna millum rík og fátøk. Hetta er nakað, sum Sjálvtýri fer at leggja dent á at broyta.

Vit hava tørv á einari hugburðsbroyting í føroyskum politikki. Vit eiga hugsa meira um tey, ið liva og búgva her nú, enn jaga eftir einum hægri BTÚ og fólkavøksri. 

Bústaðarmøguleikarnir mugu betrast. Serliga er neyðugt at skapa møguleikar hjá ungum familjum og teimum lesandi.

Framhaldandi fer Sjálvstýri at stríðast fyri at pensionistar ikki skulu mótroknast  í pensiónini.

Brádliga íkomnu broytingarnar seinastu árini við alheimsfarsótt og kríggi hava víst okkum, at vit mugu hava eina breiða krepputilbúgving, sum loftar øllum teimum, sum eru í vanda fyri at detta niður ímilum.

Sjálvstýri fer at arbeiða fyri, at vit búskaparliga venda okkum móti vesturheiminum heldur enn eystanlondunum.

Høvuðsmál Sjálvstýrisins er enn sum áður sjálvstýri fyri tjóð okkara.

Sjávstýri vil nýta høvið at takka øllum teimum, sum við undirskrift síni tóku undir við fráboðan um endurstovnan av Sjálvstýri.

Vegna Sjálvstýri
Sámal Petur í Grund, floksformaður  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo