At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í sambandi við orðaskiftið um avtøku at tunnilsfeløgunum og gjøldunum, mælir Sjálvstýrisflokkurin til, at tikið verður støði í tí veruleika, at íløgurnar í Vága- og Norðoya tunlunum eru afturgoldnar. Tí  skulu vit í framtíðini ikki gjalda fyri íløgur í tunlarnar, men bara fyri rakstur og viðlíkahald.  Sjálvstýrisflokkurin mælir frá, at rakstur og viðlíkahald av tunlunum verður lagt til tað almenna.

Rossahandlar uttan ross vekja altíð til órógv og iva. Soleiðis er eisini við báðum samferðslupakkunum, vit hava fingið fyrilagdar seinastu tvey árini.

Í sambandi við, at tað í síðstu viku frættist, at semja skuldi vera um at avtaka tunnilsgjøldini í Vága- og Norðoya tunlunum, umframt at avtaka feløgini, vil Sjálvstýrisflokkurin boða frá, at tí tekur flokkurin ikki undir við. Heldur eiga vit at varðveita verandi skipan og lata nýtslugjald vera, soleiðis at tunlarnir framhaldandi verða hildnir við líka og lúka øll krøv, sum setast tílíkum tunlum í sambandi við trygd og høgleika.

Eitt og sama partafelag
Umsitingin av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru skipað undir einari felags umsiting í  P/F Tunnil. Tó eru tunlarnir framvegis skipaðir í tvey sjálvstøðug partafeløg, við hvør sínari nevnd og við hvør sínum roknskapi. Tað skuldi ikki verið neyðugt við tveimum  partafeløgum, tveimum nevndum og tveimum grannskoðaðum roknskapum. Her eru pengar at spara.

Tunlarnir eru sólskinssøgur
Tunlarnir eru bíligir í rakstri og nyttuvirði í mun til tilboðini, sum tey, ið ferðaðust um Vestmannasund og Leirvíksfjørð áður høvdu. Tí áttu vit øll verið eins glað, ið vit vóru, tá tunlarnir vóru lætnar upp fyri almennari ferðslu. Soleiðis er tað tíverri ikki, tí tunlarnir hava ført til miklan og harðan orðaskifti og sett fólk upp ímóti hvørjum øðrum. Ónøgdin stendst av, at fólk framvegis meina, at tey gjalda til eina íløgu sum skuldi vera ókeypis, tá hon var útgoldin.

Hetta er ein støða, sum kann loysast. Til ber at gera upp, hvussu stór íløgan var tá avtornaði, og hvussu stórur partur av gjaldinum er farin til rakstur, árini sum tunlarnir hava verið farbarir. Soleiðis kunnu vit rokna okkum fram til, hvat veruligi kostnaðurin fyri raksturin framyvir fer at vera.

Alt kjak um, hvør rindar og hvør ikki rindar, eigur at vera mana í jørðina, við tað at tað er brúkarin sum rindar, óansæð hvar í landinum viðkomandi hevur bústað!

Tunnilsfeløgini virka væl og tunlarnir verða hildnir væl. Verða feløgini avtikin og løgd til tað almenna, stúra vit fyri, at viðlíkahaldið verður alt annað enn nøktandi.

Vegna Sjálvstýrisflokkin

Sámal Petur í Grund,                            Kristin Michelsen,

Floksformaður                                      Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo