Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í 1977 varð eitt felag stovnað í Føroyum, sum vit í dag kenna sum Tutl. Tutl hevur verið við til at gera føroyskan tónleik kendan, bæði her heima og runt um í heiminum. Ta tíðina, ið Tutl hevur verið til, hevur plátufelagið ment seg til ein sannan mentanarstovn, har alt tað føroyska tónleikaríkidømið er savnað á einum stað. Tutl er meira enn bara ein handil á Káta horninum, har tú hevur beinleiðis atgongd til alt frá andaligum útgávum úr 1950unum til modernaðan tónleik í 2022.

Tutl er eitt plátufelag, sum gevur tónleik út vikuliga, eins væl og stendur fyri skráseting og hevur ábyrgd av at tónleikurin verður borin víðari til útvarpsstøðir, bókasøvn o.a, sum ynskja tað.

Gáttin er lág, og opið er fyri øllum. Tónleikarar í Føroyum kunnu leita sær til Tutl, um teir ynskja at útgeva sín tónleik at fáa hjálp og ráðgeving. Eg pástandi at tað er eingin annar stovnur, sum virkar meira sum ein public service stovnur, sum Tutl ger. Tutl er fyri øll og av øllum.

Í dag kemur líka nógvur føroyskur tónleikur út upp á eitt ár, sum tað kom eftir einum áratíggju í 1980unum. Arbeiðsbyrðan hjá Tutl veksur støðugt, samstundis sum arbeiðsmegin minkar. Sum nú er, eru 5 fólk í starvi hjá Tutl, men arbeiðir eingin av teimum fulla tíð. Har afturat hevur leiðarin øll árini arbeitt sjálvboðið, og nú hann er væl yvir pensjónsaldurin, er tað ikki burðardygt fyri nakran.

Tí er tíðin búgvin til, at vit gera Tutl til eitt tjóðarplátufelag. Tað arbeiðið og úrslitið, ið Tutl fremur, krevur at vit sum samfelag varða um stovnin. Tað haldi eg so dyggiliga at Tutl, um nakar innan list, hevur uppiborið.

Um Føroyar framhaldandi ynskja eina savnaða varðveitslu av sínum tónleikaríkidømi og at halda fast í tí núverandi rúkandi menningini á tónleikapallinum, hesum alstóra parti av
tjóðarsamleikanum, so er bert ein vegur fram til málið: At fíggja mentanarstovnin Tutl, so at hann framhaldandi kann reka sítt umráðandi virksemi.

Hetta er ikki bara nakað, ið eg vildi arbeitt fyri, um eg kom á ting, men eitt evni sum eg veruliga trúgvi, at allir føroyingar eiga at taka undir við. Tí er mín vón eisini, at óansæð hvat mín politiska støða er, eftir tann 8. desembur, so verður hettarmálið tikið upp til politiska viðgerð.

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/11/17/tutl-a-figgjarlogina/

X við mentan, X við Sjálvstýri, X við Danielsen.

Heri Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo