Tann, ið hevur lítið at siga, tekur gramliga til
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Næmingarnir í Valskúlanum koma allir úr 9. flokki, har tað fakliga fyllir ovurnógv bæði við lærugreinum og royndum – fyri fleiri ov nógv. Tí hoyra vit onkuntíð, tá ið næmingarnir gera ov lítið. Men vit síggja nakað annað. Hvørt ár tosa vit um, hvussu nógv næmingarnir broytast og mennast hetta skúlaárið, sigur Dánjal Danielsen, sum er flokslærari í Valskúlanum, ið er 10. flokkur á Skúlatrøð í Klaksvík.

- Um vit taka breytirnar, so leggja tær upp til øðrvísi undirvísing, og hvørt ár síggja vit, at næmingarnir varnast persónlig evni, sum tey ikki vistu, tey høvdu. Her sleppa tey at hugsavna seg, tey fáa møguleika at koma í ”flow”, tá ið tey sita ein heilan dag við góðum upplivingum t.d. saman við øðrum næmingum, veðurfrøðingum, sjómonnum og hesum ymisku, sum nøkur teirra annars ikki høvdu møtt.

- Vinningurin er, at næmingarnir her líkasum byrja av nýggjum, tí karmarnir eru bæði øðrvísi og nýggir. Tey fáa størri ábyrgd og ávirkan. Hetta gevur teimum ofta eitt betri útsýni yvir persónligu førleikarnar og tær leiðirnar, tey hava møguleika at fara seinni.

- Okkurt, sum tey hava óttast, verður knappliga lættari, og tað gevur teimum dirvi. Hetta er læra fyri lívið, sum er væl lagt til rættis. Vit vita altíð, hvat vit gera nær, so tað gerast forútsigiligt og trygt.

Aftrat hesum kemur so ein ferð uttanlands, starvsvenjing, sjónleikur, verkætlan og annað, sum hoyrir til. Eftir páskir hava vit øðrvísi undirvísing. Tað kann vera bjarging í vatni í svimjihøllini, at hava eld sum evni ella bráðfeingis fyrstuhjálp við hjartastartara. Tað er øðrvísi og gagnligt fyri næmingarnar.

Dánjal Danielsen vísir á, at hvørt ár er sjóvinnubreytin væl umtókt. Endamálið við sjóvinnubreytini er, at næmingarnir fáa innlit í sjóvinnu og royndir í verki.  

- Á sjóvinnubreytini fáast næmingarnir millum annað við trygd á sjónum, umframt at læra um streym, at brúka kumpass, at síggja vitar og at seta kós. Eisini knýta teir knútar, gera fiskireiðskap til, spleysa og bøta trol. Sum heild er tað siglingarlæra við sjóreglum, veðurlæra og trygd, havumhvørvi og sjómansskapur við GPS og radara. Hetta er alt í góðum samstarvi við Sjónám, har næmingarnir eisini fáa dugnaskapsroynd og trygdarskeið.

Dánjal Danielsen vísir á, at seinastu árini hevur tað víst seg, at alsamt fleiri næmingar velja Valskúlan. Tí er hugburðurin vorðin meira positivur, har onkur fyrr hevði hug at halda, at árið var tíðarspilla og óneyðugt, tí tey jú longu hava fólkaskúlaprógvið.

- Valskúlin gevur fleiri næmingum møguleika at læra og mennast í nýggjum karmum, tað er eingin ivi um tað. Tí hevði verið framúr at gjørt eina yvirskipaða ætlan fyri hetta skúlaárið, sum nevniliga ikki er fólkaskúli og heldur ikki miðnám.

Brot úr størri grein í Skúlablað nr 2, 2024, sum Tóra við Keldu hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo