Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í 132 førum hevur Sjóvinnustýrið kravt dupult gjald fyri ársgjaldið 2021.

Talan er um tilsamans 35.200 krónur sum eru kravdar ov nógv, upplýsir Sjóvinnustýrið fyri VP.

- Hetta hendi, tá ein teknisk koyring varð gjørd frá okkara skipaskrásetingarskipan yvir í skipanina hjá Gjaldstovuni. Feilurin hendi 15. og 19. apríl, og samlaða upphæddin er 35.200 krónur, upplýsir Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri.

Hann sigur, at tey har vita, hvør er kravdur fyri gjald uppá dupult ársgjald, og at tey eru í holtur við at rætta mistakið.

- Í teimum førum har bátaeigari hevur goldið báðar rokningarnar, verður viðkomandi góðskrivað/ur, og fær peningin aftur á konto. Sjóvinnustýrið hevur allar neyðugar upplýsingar, leggur hann afturat.

Ársgjaldið er 200 krónur fyri allar skrásettar bátar minni enn 15 BT og 1.500 krónur fyri skip millum 15 og 500 BT. Fyri skip størri enn 500 BT er ársgjaldið 2.400 krónur.

Tað er kunngerð nummar 96 frá 1. juli 2015 sum áleggur Sjóvinnustýrinum at krevja inn ársgjøldini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo