40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er óskiljandi, at stórfingna føðingardagsgávan Tesla MR-skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús á 125 ára føðingardegnum skuldi fáa slíka móttøku, sum hann hevur fingið frá sitandi landsstýri og øðrum við. Hetta er fullkomiliga farið av sporinum.

Eitt annað sum undrar meg stórliga er, hvussu tigandi okkara samgonguumboð úr Norðoyggjum eru. Hvar eru tit, ætla tit bara lata standa til.

Sjálvsagt skal Klaksvíkar Sjúkrahús hava skannaran. Alt annað er púra burturvið. Pláss er fyri honum og hann kemur at standa væl. Latum okkum fáa hann uppsettan og tiknan í brúk skjótast møguligt, so hann kann gera gagn beinanvegin. Skjót hjálp er dupult hjálp.

Latum okkum hava planlagdar viðgerðir á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað er upplagt. Bara í Keypmannahavn t.d. eru fleiri stór sjúkrahús, hvørt við sínum kompetancum við undir 10 min koyritíð ímillum. Hví so ikki eisini í Føroyum um enn í minni format? Facilitetirnir eru her, bygningurin, útgerðin, starvsfólkini. Størst er langtífrá ikki altíð best.

Skannarin kemur sannlíkt at bjarga mannalívum
Skannarin kemur sannlíkt at bjarga mannalívum og bøta um lívsgóðskuna hjá mongum. Jú fyrr tess betur. Skannarin kundi kanska longu verið uppsettur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, um landstýrið ikki legði forðingar í vegin.

Umframt at spara sjúklingin fyri stríð og møði, sum tað er at blíva sendur uttanlands, so kemur skannarin haraftrat at spara sjúkrahúsverkinum nógvan pening, tí færri sjúklingar blíva sendir uttanlands. Tað er styttri til Klaksvíkar enn til Danmarkar og talan blívur tí soleiðis um ein styttri og nógvar ferðir bíligari tein til ein sera framkomnan skannara. So hvørjum verður bíðað eftir?

Vónandi skyldast bíðitíðin ikki, at leitað verður eftir eini grund til at gávan ikki skal á Klaksvíkar sjúkrahús.

Latum okkum ikki kjakast um hvør førir lokalpolitik og hvør ikki ger tað. Lat okkum gloyma egin áhugamál og stríð um kongaríkir og prinsippir í hesum málinum. Sjúklingurin skal í fokus. Latum okkum hugsa um hvat er best fyri sjúklingin.

Vónandi endar hetta ikki sum við røntgeni, mammogratitólinum og kuvøsuni, sum tað í síni tíð bleiv samlaður peningur inn til í Klaksvík fyri at geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum gávu. Hetta endaði alt á LS við ymsum grundgevingum. Somuleiðis bleiv føðideildin flutt suður á LS.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo