Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er átaluvert, at sjúkrahússtjórin og Kringvarpið – væl hjálpt av fíggjarmálaráðharranum – sáddu iva um bráðfeingis tilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum í Degi og viku mánakvøldið. Tey vístu lítla virðing fyri sjúkrarøktini.

Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri, bar fram í Degi í viku í gjárkvøldið, mánakvøld 2. november, at bráðfeingis tilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum ikki virkaði í tveir tímar í gjár.

Sambært stjóranum var hetta støðan, tí sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiddu við undantaksloyvum undir verkfallinum, orsakað av einari misskiljing vóru farnir heim.

Tað er serstakliga óheppið, at ovasti stjórin í Sjúkrahúsverkinum fer út í fjølmiðlarnar at boða frá slíkum ósannindum. Tað skal við hesum vera staðfest, at hetta var ongantíð støðan á Landssjúkrahúsinum í gjár.

Vit sjúkrarøktarfrøðingar á G1, sum er Bráðfeingisdepilin á Landssjúkrahúsinum, eru ikki við í verkfallinum, og á hjartadeildini, B8, vóru eisini dugnalig og professionell fólk til arbeiðis.

Tískil var bráðfeingis tilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum eisini til reiðar at taka ímóti “blóðtøppinum í hjartanum”, sum Steinar Eirikstoft annars segði, at vit ikki megnaðu í tveir tímar í gjár.

Bráðfeingis tilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum virkar altíð, og tað gjørdi hon eisini í gjár bæði við sjúkrarøktarfrøðingum og læknum.

Ósakligt av stjóranum og fíggjarmálaráðharranum
Tað gjørdi ikki støðuna betri, at Kringvarpið – uttan nakran kritiskan sans – hjálpti til at bera hesi ósonnu tíðindi og sáa iva um okkara fremstu uppgávu, sum er at bjarga mannalívum.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, vil ikki geva sjúkrarøktarfrøðingum hægri løn, og sjúkrahússtjórin er kroystur av støðuni. Men at teir í hesum stríði taka til so skitin vápn, sum at siga, at vit ikki hava eina nøktandi bráðfeingis tilbúgving á Landssjúkrahúsinum í 2020, tað er uttan fyri alt mark.

Talan er um beinleiðis ósannindi, tí bráðfeingis tilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum svevur ongantíð. Vit eru her alt samdøgrið – 365 dagar um árið. Harumframt hevur sjúkrahúsverkið fingið øll tey undantøk, sum leiðslan hevur biðið um undir verkfallinum.

Vit kundu hinvegin sagt, at tað er ósømiligt her í 2020, at hesir leiðandi menn hava hug at skerja verkfalsrættin hjá sjúkrarøktarfrøðingum, og at fíggjarmálaráðharrin vil trýsta lønina so langt niður sum gjørligt. Vit blanda okkum ikki uppí, hvat aðrir fakbólkar fáa, men vit vilja hava, at allir sjúkrarøktarfrøðingar verða virdir fyri týðandi uppgávuna at veita sjúkrarøkt og bjarga mannalívum.

Landsstýrismaðurin fylgdi tráðnum hjá sjúkrahússtjóranum, tá hann segði, at um mannalív vóru í vanda, so vóru vit farin ov langt. Háðandi nevndi landsstýrismaðurin misvísandi prosenttøl, meðan hann speirekandi segði, at “vit vilja bara hava enn meiri løn”.

Landsstýrismaðurin hevði eisini hug at blanda seg uppí, hvar á starvsleiðini sjúkrarøktarfrøðingar kanska hava mest brúk fyri lønini. Hetta var ein so niðrandi framferð, at ein skuldi trúð, at hann livdi í einari heilt aðrari øld.

Kringvarpið vísti eisini lítla virðing
Vísandi til tað, sum vit hava nevnt omanfyri, so gjørdi Kringvarpið innsløgini á Landssjúkrahúsinum og beinleiðis samrøðurnar við sjúkrahússtjóran og landsstýrismannin á skeivum fortreytum. Vit meta eisini, at tað var at vísa lítla virðing fyri sjúkrarøktini, tá Kringvarpið spurdi ein lækna, um hann fór at steikja frikadellurnar, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru farnir heim. Vit skulu tí upplýsa fyri Kringvarpinum, at tað er ikki partur av sjúkrarøktini at steikja frikadellur.

Harumframt valdi Kringvarpið eisini í einum innslagi at brúka orku uppá at greiða frá, hvussu ofta løgtingið hevur lagt seg út í verkføll.

Tað undrar okkum, at Kringvarpið ikki í staðin fyri – í hesum eftir hondini torskilda máli – velur at lýsa, hvør veruligi knúturin í málinum er. Vit hoyra alla tíðina um eitt søguligt lyft, men tað er neyvan nakar í hesum landi, sum hevur fingið eina grundleggjandi frágreiðing um, hví sjúkrarøktarfrøðingar ikki longur finna seg í lønarstignum.

Anniku Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, var við í tíðindasendingini. Forkvinnan fekk virðing inn aftur í kjakið, tá hon royndi at vísa á møguligar loysnir.

Og tað er nevnliga virðing, vit krevja, tá okkara týðandi yrki skal viðgerast. Vit eru her alt samdøgrið, 365 dagar um árið, og vit taka trygt og væl ímóti øllum, sum hava tørv á bráðfeingis viðgerð og røkt.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir
G1, Bráðfeingisdepilin á Landssjúkrahúsinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo