Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á fólkatingi: Seinastu árini hevur Sjúrður Skaale fleiri ferðir vent sær til danska heilsumálaráðharran, tí føroyingar við donskum eftirlønum ofta mugu bíða leingi fyri at fáa góðkent skattafrítøku av síni eftirløn í Danmark, hóast teir eru búsitandi í Føroyum.

Í svari til fólkatingsmannin í fjør boðaði heilsumálaráðharrin frá, at ein nýggj skipan skal tryggja, at skattafrítiknir føroyingar framyvir ikki skulu togast við danskar skattamyndugleikar á hvørjum ári, tí skipanin automatiskt fer at skráseta skattafrítøku ár um ár. Heilsumálaráðharrin segði eisini, at ein fyribils, manuel skipan fór at stytta um málsviðgerðatíðina fyri føroyingar.

- Danska heilsumálaráðið hevur boðað frá, at tað kemur ein loysn uppá hetta í 2022. Allíkavæl eru fólk, ið venda sær til mín og fortelja, at teirra trupulleiki ikki er loystur. Tí vil eg vita, nær nýggja skipanin fer at virka, tí hetta snýr seg also um eftirlønina hjá fólki, sum ikki eigur at dupultskattast.

Fólkatingsmaðurin vil tí eisini vita, hvussu nógv mál talan er um, og um danska skattamálaráðið yvirhøvur hevur megnað at stytt um málsviðgerðatíðina fyri skattafrítøku fyri danskt eftirlønarútgjald til føroyingar, sum ikki búgva í Danmark.

Spurningarnir kunnu lesast her: https://www.ft.dk/samling/20211/almdel/F%C3%86U/spm/28/2616848.pdf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo