Grønlendsku fólkatingslimirnir, Aki-Matilda Høegh-Dam og Aaja Chemnitz, eru ikki samd við føroyska fólkatingsmanninum, Sjúrði Skaale, tá hann førir fram, at norðuratlantisku fólkatingsumboðini áttu ikki at blanda seg uppí, hvør bleiv danskur forsætisráðharri eftir eitt val.
- Hetta er eitt rættuliga prinsipielt mál, hevur Sjúrður Skaale millum annað sagt.
Men grønlendsku fólkatingsumboðini, sum stilla upp aftur til valið hesaferð, siga, at tey eru ósamd.
- Tað hevur víst seg at hava stóran týdning fyri Grønland, hvør er danskur forsætisráðharri, sigur Aki-Matilda Høegh-Dam millum annað við Ritzau.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo