Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Ein maður var í Føroya Rætti í mai í ár dømdur fyri skammfaring av eini ær.

Maðurin hevði svævað ærina uttan at hava nýtt nøktandi doyving áðrenn.

Sambært djóravælferðarlógini er tað at meta sum skammfaring at svæva uttan nøktandi doyving áðrenn.

Føroya Rættur gav manninum eina sekt fyri brotið.

Ákæruvaldið kærdi málið til Eystara Landsrætt við pástandi um, at maðurin skuldi verða dømdur fongsulsrevsing fyri brotið.

Ákæruvaldið gjørdi galdandi, at djóravælferðarlógin ikki heimilar sektarrevsing fyri skammfaring, og at maðurin tí skuldi dømast eina fongsulsrevsing.

Landsrætturin tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin 20 daga treytaða fongsulsrevsing. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo