Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Orðini koma í rangastrúpan og eru um at kvala tey, ið tosa. Orðini rura tey í svøvn, ið lurta eftir prædikuni.

Tað tykist ikki sum um, at veruleikin í nærumhvørvinum samsvarar við tað, ið vit lesa í halgubók og annars prædika við himmalvendum eygum. Eru vit varug við tvørrandi samsvar millum tekst, prædiku, umhvørvið og okkara egnu sinnisstøðu?

Er hetta ein afturvendandi sjónleikur framførdur av fakliga lærdum og sjálvlærdum? Er trúvirði aftanfyri tey føgru og hábornu orðini? Er framførslan ein leiksýning í listarliga vøkrum kørmum?

Góður tokki í menniskjum. Er tað ein ynskisdreymur? Nýta vit orðini, tí vit av instu hjartarót eru fylt við himmalskum friði, ið skapar vælveru og trivnað á jørðini? Ella fjala vit tvørrandi ró í okkara egnu sál við at tosa um tokkan, sum vit stunda á og leingjast eftir?

Friður á jørð er eitt slitið orð. Tað er í verðsligum samanhangi uttan innihald. Orðini verða nýtt sum tóm tala um eitt samfelagsøki, ið er vorðið ein avbjóðing við atliti at vælveru og trivnaði. Gjógvin millum tað, ið vælferðarsamfelagið leingist eftir, og veruleikan veksur støðugt.

Heldur ikki í okkara samfelag er yvirskot av góðum tokka, tí vit sæta okkum sjálvum tímiliga og andaliga. Eru vit so væl nøgd, sum vit látast? Liggur tað til okkum at skapa frið?

Hugsa vit um viðurskiftini úti í heimi er skjótt til niðurstøðuna, at friður á jørð ikki er eitt eyðkenni fyri støðuna í heiminum. Í londum, ið vit samskifta við politiskt og handilsliga, er ófriður og kríggj á fleiri mótum. Heimsfriðurin er órógvaður. Kríggj hóttir menniskju og týnir túsundavís lív.

Í miðeystri er kríggj millum Ísrael og Hamas. Støðan er ræðandi ómenniskjanslig. Sakleys menniskju verða dripin við tí ræðuleika, ið einans óndskapurin kann fremja í verki.

Kríggið millum Ukraina og Russland er valla frægari, hóast landafrøðiliga víddin er størri. Hvørja ferð eitt sakleyst mannalív verður dripið, eru vit vikin frá boðskapinum, tá himmalskir herskarar fagnaðu Guði og sungu: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki.

Sannleikin er óivað tann, at friður á jørð valla nakrantíð hevur verið. Vit vóna, leingjast eftir og stunda á friðin, ið vit missa úr hondunum, tá ið vit tykjast at vera komin nær málinum.

Heimsfriður er eitt orð, ið veitir stokkuta gleði. Viðhvørt eru tjóðir og lond í opnum kríggi. Aðrar tíðir er stríð millum fólk í sama landi. Borgarakríggj og forfylging av øðrvísi hugsandi og minnilutum eru alt ov væl kendar løtu- og støðumyndir.

Hin kristna kirkjan boðar ein annan og øðrvísi fullkomnan frið. Friðurin, ið vit nema og ognast í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara, gevur okkum ein frið, ið er himmalskur og samstundis mitt í hesum verðsliga heimi. 

Friðurin í trúnni á Jesus sendir okkum út í samfelagið við tí missión at skapa góðan tokka í og millum menniskju. Vit, sum prædika, eru vit friðarvarðveitandi og skapandi? Angar tað av friði og vælveru, har føtur vára stíga og ganga? Skapa við góðan tokka og nøra um hann?

Góður tokki í menniskjum er ikki ein vøkstur, ið veksur upp úr jørðini av sær sjálvum. Vit kristnu mega lata okkum halga í trúnni á Jesus og við heilaga andans kraft gróðurseta góðan tokka í menniskjans hjørtum. Einki kemur av sær sjálvum uttan afturgongdin, ið máar burturav tí góða og vakra, so huglagið fer frá góðum tokka til misnøgd og knarr.

Eri eg sum prædikumaður í tænastu hjá tí góða Guði við tí góða í hyggju? Byggi eg verndargarðar, har menniskju fáa lívd og góðskan trívist? Ella eri eg einans upptikin av mær sjálvum og tí tokka, sum melur um meg sjálvan, mína vælveru og míni egnu?

Velji eg at kynda bál ella sløkkja eldar, har trivnaður manna sum góður tokki er víkjandi?

Orðini góður tokki eru innihaldsliga í ætt við orð sum kærleiki, yndi, góðska og vælvild. Eyðkennir tað mítt lív, at kærleiki, góðska, yndi og vælvild eru aðalmálið í mínum evangeliska virki sum prestur?

Friður á jørð er valla til, – men eg kann við Guðs hjálp virka fyri og skapa frið bæði tímiliga og andaliga. Andaliga tala er tað uppgáva hins trúgvandi at nøra um friðin og bera hann á gátt hjá menniskjum.

Góður tokki er ikki ein íborin veruleiki. Tann góði tokkin kemur til okkum sum ein gáva frá Guði ella ein gáva frá menniskjum.

Tað er sum við kærleikanum, ið vit ikki kunnu krevja av øðrum. Kærleikin er ein gáva. Tá gevarin og móttakarin møtast og sættast veksur góður tokki millum menniskju. Amen.

Orðið:  “Frið lati eg (Jesus) eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur.” (Jóhannes 14,27).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo