Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í nógv ár heitt á politisku skipanina um at lækka lønarskattin. Í fyrsta lagi fyri at gera tað meira lokkandi hjá fólki at búgva og virka í Føroyum. Í øðrum lagi fyri at tryggja kappingarførið og í triðja lagi fyri stimbra hugin at taka eitt eyka tak.

Nú hevur landsstýrið so lagt fram ein lógarpakka á skattaøkinum. Í stuttum inniheldur hann ein skattalætta til lág- og miðallønt. Fíggingin kemur frá (1) hækkaðum orkuavgjøldum, (2) at uttanlands- og samdøgursfrádrátturin verður avtikin, (3) lækkaðum fiskimannafrádrátti og (4) við at lækka markið fyri nær tú rindar hægsta persónskattin.

Ein umlegging meira enn ein lætti
Tað er rættari at rópa sonevnda skattalættan hjá landsstýrinum fyri eina skattaumlegging. Tí við at hækka orkuavgjøldini og at lækka markið fyri toppskat, tekur tú við aðrari hondini, meðan tú gevur við hinari. Við øðrum orðum er talan um eina umlegging, heldur enn ein lætti.

Vinnulívið fíggjar
Sum ikki einaferð er tað vinnulívið, ið rindar størsta partin av fíggingini til ætlanirnar hjá landsstýrinum. Størsti parturin av fíggingini kemur frá hækkaðum orkuavgjøldum, sum vinnulívið skal rinda meginpartin  av.

Í summum førum er talan um sera stórar hækkingar av gjøldunum, sum vinnulívið skal rinda. Vanlig mannagongd er tá, at fyritøkurnar fáa nøkur ár at tillaga sítt virksemi, so tað ber til at umleggja framleiðsluna fyri at avmarka avleiðingarnar á kappingarførið hjá fyritøkunum. Í hesum føri koma stórar hækkingar í orkugjøldunum tó longu í gildi frá 1. januar 2024, og aftur 1. januar 2025, og tað sigur seg sjálvt, at tað er alt ov stutt skotbrá at umleggja virksemið.

Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at fíggingarleisturin eigur at verða endurskoðaður, so skotbráið verður longri, og fyritøkurnar fáa møguleika at umleggja virksemið.

Rætt at avtaka serskipanirnar
Landsstýrið eigur tó rós uppiborið fyri at hava tikið stig til at avtaka serskipanir á skattaøkinum, so kappingin hjá føroyskum arbeiðsgevarum um starvsfólkini verður javnari, bæði við útlandið og her heima. Undantakið er fiskimannafrádrátturin, sum framvegis verður varðveittur, tó at hann minkar nakað.

Undirtøka fyri lægri lønarskatti – men skeivt at lækka markið fyri toppskattin
Føroya Arbeiðsgevarafelagið tekur fult undir við at veita ein skattalætta til lág- og miðallønt.

Tað eigur kortini ikki at fíggjast við at hækka marginalskattin hjá teimum, sum forvinna 600 tús kr. ella meira. Vit hava stóran tørv á einari røð av øðrum dugnaligum fólkum, sum verða ávirkaði av at markið fyri hægsta marginalskatt verður lækkað. Flestu lond kappast av øllum alvi um at draga hesi fólk til sín, og tí er tað skeivt, um vit nú fara at gera tað øvugta.

Síðani toppskattamarkið á 800 tús kr. varð ásett í skattalógini, eru lønirnar í samfelagnum hækkaðar eini 20-25%. Lønarhækkingarnar hava óbeinleiðis havt við sær, at markið fyri at rinda toppskatt lutfalsliga er lækkað seinnu árini.  Tað merkir, at tað longu nú eru lutfalsliga fleiri fólk, sum rinda toppskatt, enn tað vóru, tá skattastigin varð ásettur.

Skaðiligur symbolpolitikkur
Føroyar eru tað land í heiminum, sum býtir inntøkurnar javnast millum sínar íbúgvar. Við at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum styrkja vit um hesa støðuna, eisini uttan at hækka skattin fyri tey høgt útbúnu við starvsroyndum. Tað er lutfalsliga lítil partur av arbeiðsfjøldini, sum hevur møguleika at forvinna 600 tús. kr. ella meira, og tí er skattahækkingin fyri hesi fólk neyvan ein týðandi partur av at fíggja skattaumleggingina. Heldur er talan um skaðiligan symbolpolitikk, og Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir politisku skipanini til at broyta henda partin av skattapakkanum.

Haldið fram at lækka lønarskattin
Tað er neyðugt, at skattaumleggingin hjá landinum er fíggjað, so haldførið í almenna búskapinum verður tryggjað. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at um skiftandi landsstýri seinnu árini høvdu ansað betur eftir útreiðslunum, hevði verið rúm fyri einum veruligum og munagóðum skattalætta - og ikki einans einari skattaumlegging, har vinnulívið kemur at gjalda bróðurpartin.

Bara seinastu fimm árini hevur landskassin fingið hálva aðru milliard meira inn í inntøkum,  men ikki ein króna av hesum eykainntøkum er nýtt til at lækka lønarskattin.

Lønarskatturin er tvørturímóti hækkaður javnt og samt, tí at mørkini í skattastiganum ikki verða rættaði, so hvørt sum lønirnar hækka. Tí koma alsamt fleiri starvsfólk upp í ein hægri skattabólk, enn tey hava verið frammanundan, bara tí lønarlagið er hækkað.

Landsstýrið átti tí at tikið stig til at rætta mørkini í skattastiganum, so lønarskattatrýstið ikki sjálvvirkandi hækkar í komandi árum. Harumframt má landsstýrið veruliga seta sær fyri at tálma hækkingini í almennu útreiðslunum, so rúm verður fyri at lækka skattin enn meira. Hetta kann eitt nú gerast við einum fíggjarpolitiskum regluverki og við at seta nógv størri fokus á at effektivisera og rationalisera almenna geiran.

Skattaskipan skal skapa vøkstur
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at skattakjakið í Føroyum í nógv størri mun eigur at snúgva seg um, hvussu skattaskipanin kann vera til at tryggja vøkstur í føroyska samfelagnum. Hon má ongantíð verða kappingaravlagandi og árinini á virkis- og framleiðsluhugin mugu avmarkast sum mest. Harvið økja vit eisini um virðisskapanina í landinum.

Nú mugu kommunurnar eisini taka avbjóðingina upp
Nú landið tekur stig til at lækka lønarskattin fyri ein stóran part av løntakarunum, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag,  at kommunurnar eiga at seta sær mál um at lækka kommunuskattin. Inntøkurnar frá kommunuskatti eru øktar munandi hjá nógvum kommunum, og tað eigur eisini at vera gjørligt at geva vanliga løntakaranum ein munagóðan skattalætta. Vit síggja tíbetur, at onkrar kommunur hava fráboðað ein skattalætta til sínar borgarar, men tað eigur at verða gjørt yvir ein breiðan kamb.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo