Málið við útbúgving er at fylla eitt tómt sinni, til tað verður eitt opið sinni
- Malcolm Forbes

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti á heysti 2022 eitt uppskot til skeltisreglugerð fyri alla kommununa. Endamálið við reglugerðini er at stuðla marknaðarføringini hjá vinnuni, verja býarmyndina og at leiðbeina, tá skeltisloyvi skulu søkjast. Hon er fyrsta reglugerð av sínum slag, sum er samtykt í kommununi.

Skeltisreglugerðin liggur til almenna hoyring í 6 vikur. Frestin at senda broytingaruppskot ella mótmæla er 19. oktober 2023.

Fyri vinnurekandi er skelting ein týðandi partur av handilsliga virkseminum. Tí skeltið er ofta tað fyrsta, kundin sær; skeltið er andlitið úteftir, og tað má tí vera bæði sjónligt og dragandi. Skelting er tó annað og meira enn andlitið úteftir hjá vinnuni. Skelti eru ein eyðsýndur partur av tí samlaðu heildarmyndini í býnum. Tórshavnar kommuna hevur, saman við teimum vinnurekandi, ábyrgdina av at laga skeltingina til eina størri heild, til dømis til miðbýin og bústaðarøkini í kommununi, soleiðis at vit fáa eina kommunu, har trivnaður, kunning og býarskipanarligu virðini ganga hond í hond. Nýggja skeltisreglugerðin fyri Tórshavnar kommunu varð orðað fyri at røkka hesum málinum.

Ásetingarnar í skeltisreglugerðini eru rótfestar í almennu byggisamtyktini, sum er tann berandi og yvirskipaða ætlanin, ið millum annað ásetir, hvar í kommununi vit kunnu byggja. Almenna byggisamtyktin vísir síðani til skeltisreglugerðina, ið neyvari lýsir, hvussu skeltingin skal síggja út. Ein slík skeltisreglugerð er ikki óbroytilig, men kann tillagast, um umstøður í kommununi ella ásetingar í byggisamtyktini verða broyttar.

Uppskotið til skeltisreglugerð og broytingarnar í almennu byggisamtyktini sært tú her:

- Skeltisreglugerð fyri Tórshavnar kommunu

- Broytingar í almennu byggisamtyktini í sambandi við skeltisreglugerð

Tú sært yvirlit yvir økini og ásetingarnar á kortinum niðanfyri:

Vís kort í fullari stødd

Atlit til nærumhvørvi, trygd og útsjónd

Endamálið við skeltisreglugerðini er at kunna vinnu og borgarar í Tórshavnar kommunu um, hvussu skelti skulu síggja út og setast upp, soleiðis at tey ikki eru til ampa fyri nærumhvørvið. Eitt atlit í reglugerðini er til dømis, at ljósskeltir skulu vendast soleiðis, at tey í mest møguligan mun venda burtur frá bústaðarøkjum.

Eitt annað atlit er, at skeltini mugu tillagast til umhvørvið, tey eru partar av – tað kann til dømis vera, hvussu tey taka seg út á einum húsavegi. Reglugerðin er sostatt við til at varðveita órørda dámin í óbygdum øki og syrgja fyri, at fólk ikki órógvast av skeltingini, men hinvegin kunnu fáa kunning á ein høggligan og tryggan hátt.

Reglugerðin greiðir millum annað frá, hvat aktiv og passiv skelting er, og hvat endamál skeltingin, ið verður sett upp, skal hava. Aktiv skelti eru skelti, har skap ella tekstur er myndað við ljósi, til dømis neonskelti ella skíggjar við elektroniskari kunning. Passiv skelti eru skelti, har skeltisflátan sjálv er statisk og uttan innbygdan ljósútbúna, men sum kann verða lýst á ella sjónliggjørd við ljósi.

Trý sløg av skeltum

Skeltisreglugerðin viðger trý sløg av skeltum: Virkis- og tænastuskelti, kunningarskelti og lýsingaskelti.

Eitt virkis- og tænastuskelti er eitt skelti, ið vísir heitið á fyritøku, tænastum og virksemi á ognini, har virksemið fer fram. Virkis- og tænastuskelti kunnu bara vera passiv.

Eitt kunningarskelti er eitt skelti, sum er sett upp fyri at kunna og vísa veg til eitt nú friðað øki, almenn øki, urtagarðsøki, spæliøki og tílíkt. Kunningarskelti kunnu bara vera passiv.

Lýsingaskelti eru hinvegin at skilja sum skelti, bannarar og skíggjar, ið eru sett upp fyri at vísa tíðaravmarkaðar lýsingar, eitt nú tiltøk, framførslur, valstríð, útsølur, ogn til sølu og tílíkt. Lýsingaskelti kunnu bæði vera aktiv og passiv.

Kommunan ynskir, at teir skíggjar, sum longu eru settir upp, skulu fylgja krøvunum í nýggju reglugerðini, eitt nú hvat ljósstyrki viðvíkur, og nær skíggjarnir skulu vera sløktir.

Reglugerðin til almenna hoyring í 6 vikur

Skeltisreglugerðin liggur til almenna hoyring í 6 vikur. Skeltisreglugerðin og hartil hoyrandi tilfar liggur frammi á torshavn.fo og í Snarskivuni frá 7. september 2023 til 19. oktober 2023.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til Tórshavnar kommunu, torshavn(at)torshavn.fo, í seinasta lagi 19. oktober 2023. Hesi verða viðgjørd í Tórshavnar býráði, og síðan verður reglugerðin send til góðkenningar hjá Umhvørvismálaráðnum.

Reglugerðin er galdandi frá tí degi, hon verður samtykt í Umhvørvismálaráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo