Fleiri 100 fólk vórðu savnað til eina stevnu í forstaðnum Brooklyn Homes í býnum Baltimore í statinum Maryland, tá onkur knappliga fór at skjóta frá hond.
Tvey fólk doyðu beinanvegin og 28 onnur eru særd, av teimum stendur um lív hjá minst trimum, hevur borgarstjórin í býnum greitt frá á tíðindafundi.
Onki er frætt um, hvør framdi illgerðina og hví.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo