Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, undirskrivaðu í dag skeyti um at landið yvirtekur partin hjá kommununi í skúlabygningunum á Frælsinum, og treytað skeyti um at kommunan yvirtekur partar av Hoydølum, sum er Grái skúlabygningurin og lonirnar.

Á Frælsinum skal landið byggja nýtt Kampus til Fróðskaparsetur Føroya. Talan er um eina verkætlan, har lagt verður upp til at byggja umleið 3 bygningar á umleið. 20.000 m2 til samans og at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, ið verða partur av Kampus.

Tá øll verkætlanin er liðug, er ætlanin at alt Fróðskaparsetrið skal verða samlað úti á Frælsinum og Debesartrøð. Við hesum hevur landsstýrið tryggjað sær at kunna byggja kampus á Frælsinum, og hetta fegnast Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður um.

Avtalan um Hoydalar er treytað av, at øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss viðvíkjandi matrikulering v.m. Yvirtøkudagurin er tí avtalaður at verða tann dagur, tá ið endaliga skeytið er undirritað av pørtunum.

Kommunan tryggjar sær tó brúksrætt til ognirnar beinanvegin og kann fara undir at fyrireika, hvat virksemið skal verða uppi í Hoydølum. Í avtaluni er ásett, at ognirnar einans mugu nýtast til almannagagnligt virksemi hjá Tórshavnar kommunu, og at einki nýtt virksemi má fara fram á ognini, tað verið seg nýbygging ella annað arbeiðið, ið ger inntriv í lendið, vøkstur ella náttúruna í økinum annars, uttan við skrivligum loyvi frá Føroya Landsstýri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um, at avtalan um Hoydalar loksins er komin undir land. Øll eru glað fyri Hoydalar og hetta fer kommunan at taka væl hond um, sigur borgarstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo