Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Oftari fólk siga 'faktiskt', færri sannroyndir eru í talu teirra
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Veitslupakkin inniheldur eitt fíggjarligt ískoyti, uppskot og tilfar til samansjóðingarspøl og eina kurv at leggja telefonirnar í, meðan veitslan er - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Pakkin er ætlaður gentum U16 og dreingjum U15. Hesin aldursbólkur er valdur millum annað tí, at kanningar vísa, at fráfall og økt skíggjanýtsla serliga ger seg galdandi fyri hendan aldursbólkin.

Veitslupakkin inniheldur eitt fíggjarligt ískoyti, uppskot og tilfar til samansjóðingarspøl og eina kurv at leggja telefonirnar í, meðan veitslan er.

Saman um trivnað, felagsskap og nærveru
Fótbóltssamband Føroya og Heilsustýrið samstarva um at fremja góða sálarliga heilsu og sterkar felagsskapir hjá børnum og ungum.

Sum samstarvsfelagi í ABC ynskir FSF at stuðla undir átøkum, sum Heilsustýrið setur á skrá. Ein skíggjafrí endaveitsla er ein góður møguleiki at føra ABC-hugsjónina víðari í felagnum.

Við at savnast uttan skermar fáa tey ungu høvi at vera saman, skapa góð minni og styrkja felagsskapin. Samstundis kann tiltakið vera ein liður í arbeiðinum við sosialari burðardygd í felagnum.

Fleiri feløg hava longu skipað fyri endaveitslum, og onnur hava tikið av møguleikanum at skipa eina skíggjafría endaveitslu.

Hetta er gleðiligt at síggja, og avgjørt nakað, sum kann styrkja felagsskapin og stuðla undir at halda teimum ungu virkin í fótbóltinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #