Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Á býráðsfundi í februar samtykti býráðið at arbeiðast skuldi fram ímóti at skipa fyri eini mentanarviku í Vága kommunu.

Arbeiðið byrjaði beinanvegin, og avgjørt varð at leggja mentanarvikuna síðstu vikuna í mai. Vanliga er umhvørvisvikan hjá kommununi eisini í mai, og í ár varð avgerð tikin um at brúka allan mai mánaða til at varpa ljós á náttúru og umhvørvi við fjølbroyttum tiltøkum undir heitinum 'Undurfagri mai'. Heitið er funnið í sanginum 'Mai' hjá Tummas N. Djurhuus. Undurfagri mai endar við einari mentanarviku í døgunum 26. mai til 1. juni.

Mentanarvikan verður kallað 'Maisól' við íblástri úr gomlu føroysku sundurbýtingini av árinum eftir tendringum: Jólasól, Torrasól, Gøsól, Einmánasól, Vársól o.s.fr. Maisólin fer at varpa ljós á Vága kommunu við einari rúgvu av forvitnisligum mentanartiltøkum fyri borgarar og vitjandi í øllum aldri í allari kommununi.

Nógv spennandi hugskot eru í stoypiskeiðini, og vit gleða okkum at kunna nærri um Undurfagra mai og Maisól í næstum.

Tiltøkini verða kunngjørd á facebook og instagram og samlaða skráin verður løgd út á heimasíðuna hjá Vága kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo