Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skipaeftirlitið: Í sambandi við syrgiliga deyðsvanlukku 27. november, har maður við Ametyst varð funnin druknaður skamt við skipið, hevur Sjóvinnustýrið kannað umstøðurnar kring vanlukkustaðið og gjørt nakrar eygleiðingar um landgonguumstøður sum heild.

Staðfestast kann, at tað er rættiliga tilvildarligt, hvussu leytarar og landgongdir verða settar. Skip eru ymisk, og kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggikrøv og útgerðarkrøv o.a. til fiskiskip (Fráboðan E kapitel 6, regel 7 stk 1) ásetur nakrar leiðreglur at halda seg til.

Her ein stutt vegleiðing til, hvussu landgongdir skulu setast:

1. Landgogndin skal vera stabil við styttum og reipi væl sett og spent upp

2. Landgongdin skal vera væl fest í skipið og skal helst setast í dekkshædd, har tað ber til

3. Landgongdin skal vera trygg at ganga á, m.a. skal undirlagið verða gliðtrygt

4. Hallið á landgogndini skal helst ikki vera meira enn 30 stig

5. Net skal spennast út undir landgogndina, so eingin kann detta niður ímillum

6. Gott ljós skal vera við landgogndina.

Sigast skal, at enn er eingin vissa fingin fyri, hví og hvar maðurin datt á sjógv og druknaði náttina til sunnudagin 27.11.2022. Eisini var net spent út undir landgongdina á Ametyst.

Sjóvinnustýrið metir tað vera sera umráðandi, at fokus verður sett á hettar økið, og tí heitir Sjóvinnustýrið á skiparar, sjófólk, reiðarar, skipasmiðjur, klassa, havnaskrivstovur og fólk, ið annars hava við skip at gera, um at gera vart við umstøður, ið ikki tykjast tryggar, so at skipari og/ella reiðari kunnu syrgja fyri, at umstøðurnar hjá manning og viðskiftafólki at ganga til og frá skipinum eru so tryggar sum yvirhøvur til ber.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo