

- Nú kunnu vit á Thetis afturat vanligari Covid 19-greining staðfesta, um positiva úrslitið er bretski varianturin, og hvørja mutatión talan er um.
- Hetta verður gjørt við at brúka RT-PCR-tøkni, sum er skjótur og tryggur máti at greina. Myndugleikarnir kunnu eftir fáum tímum fáa boð um, hvønn koronuvariant tað snýr seg um.
- Tað er ógvuliga umráðandi at fáa staðfest, hvønn nýggjan muteraðan variant talan er um og tað eru vit á Thetis sera fegin um at kunna gera, sigur Marita. D. Magnussen, stjóri á Thetis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo