Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Virkisstigið hjá Thetis var sera høgt í 2020, har kanningarstovan fekk týðandi leiklut í royndunum at basa koronu. Skjótleiki var lyklaorðið í stríðnum ímóti farsóttini, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini fyri farna árið. 100 fólk vóru á lønarlistanum hjá Thetis og úrslitið eftir skatt 6,7 milliónir krónur.  

- Vit løgdu 2020 aftur um okkum við einari kenslu av, at vit vóru partur av einum breiðum samstarvi, sum hevði alstóran samfelagsligan týdning. Og tað er ein sera góð kensla, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður, tá ið hann tekur saman um virksemið hjá Thetis í 2020. 

Tá myndugleikarnir í juni í fjør bygdu ein kemiskan múr rundan um Føroyar í royndunum at berja koronu niður, var boð eftir Thetis. Kanningarstovan fekk ein avgerandi leiklut í hesum arbeiðinum, har skjótleiki og smidleiki vóru lyklaorðini fyri at røkka málinum at fáa koronusmittuna niður á null ella niður á eitt stig, sum føroyska samfelagið toldi. Thetis hevur gjørt meira enn 100.000 koronukanningar, síðani korona fór at herja um allan heimin í fjør vár. 

- Vit hava lagt stóran dent á at arbeiða skjótt og smidligt, so at fólk kunnu fáa svar innan fáar tímar. Vit megnaðu at bróta burtur úr nýggjum, tá ið tørvurin var stórur, og kanningarorkan var avmarkað, sigur nevndarformaðurin. 

Sipað verður til, at tað eydnaðist til fulnar at finna eina framkomna loysn at gera koronukanningar, sum hevur havt við sær, at kanningarorkan í dag er næstan óavmarkað. Meira enn 100 fólk vóru á lønarlistanum hjá Thetis í 2020, tá Íverksetarahúsið útnevndi Thetis til Ársins íverkseta. 

- Vit fegnast um góða samstarvið við almennu myndugleikarnar, har vit í felag hava bart niður fleiri koronubylgjur. Samstundis hava hjálpt túsundtals føroyingum at ferðast og fara til arbeiðis uttanlands, vísir Regin W. Dalsgaard á. 

Koronuváttanirnar hjá Thetis vóru beinanvegin góðtiknar kring heimin, og prísurin á kanningunum er væl bíligari, sammett við slíkar kanningar í Danmark og øðrum grannalondum. 

Vanliga heilsufrøðiliga kanningararbeiðið hjá Thetis øktist eisini í 2020. Kanningarstovan rindaði 9,1 milliónir krónur í lønum fjør, og fíggjarliga úrslitið eftir skatt var 6,7 milliónir krónur. Harumframt broyttust ognarviðurskiftini, tá ið SMS seldi síni partabrøv til leiðsluna í Thetis, sum nú einsamøll eigur fyritøkuna.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo