

Talið á fylgisveinum er blivið so stórt og heldur áfram at vaksa, og tað órógvar tað myndina av lofthavinum, sum vit hava í dag.
Tað skrivar The Independent.
Í løtuni eru umleið 8.000 fylgisveinar í ringrás um jørðina. Tað er fýra ferðir fleiri enn í 2019.
Men komandi árini fer talið nærum at eksplodera, tí loyvið er givið til yvir 400.000 fylgisveinar ella satelittar afturat. Teir skulu vera í ringrás ímillum 160 og 2.000 kilometrar frá jørðini. Bara Starlink verkætlanin hjá Elon Musk skal brúka 44.000 fylgisveinar.
The Independent skrivar, at longu í dag er trupult hjá astronomunum at navigera, ikki mins tí ljósið frá nógvu fylgisveinunum órógvar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo