

Ovastin fyri ukrainsku fregnartænastuni, Kyrylo Budanov, sigur seg ikki ivast í, at kríggið við Russland skjótt endar av teirri einføldu orsøk, at Russland ikki megnar at gera nýggj vápn líka skjótt, sum vápnini verða oyðiløgd í bardaganum við Ukraina.
Tað sigur hann við USA Today, og nú orðini fella er í heila tikið stór óvissa um, hvør næsti leikur í krígnum verður. Tí russiska stórálopið, sum var væntandi í samband við ársdagin 24. februar er ongantíð veruliga byrjað.
Fleiri óheftir greinarar geva honum rætt.
- Russland hevur mist minst helvtina av sínum stríðsvagnum, onnur vápn mangla og nýggj vápn verða ikki framleidd í nóg stóran mun, sigur eitt nú Philips O'Brien, professari í strategiskari trygd við lærda St. Andrews háskúlan í Skotlandi.
- Russland hevur meira fólk, men tað er eisini tað einasta, leggur hann afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo