Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Frank Djurhuus Jacobsen stendur nú á odda fyri virkseminum kring skonnartina Norðlýsið

Frank Djurhuus Jacobsen stendur nú á odda fyri virkseminum kring skonnartina Norðlýsið

Frank Djurhuus Jacobsen stendur nú á odda fyri virkseminum kring skonnartina Norðlýsið

Tann væl umtókta skonnartin Norðlýsið hevur verið til høvuðsumvæling, samstundis sum tann navnframi skiparin og fyristøðumaðurin Birgir Enni er farin í pensión.

Ein nýggjur útgerðamaður er settur at standa fyri arbeiðinum við sølu, marknaðarførslu og víðari menning, og tað er Frank Djurhuus Jacobsen, ein rættiliga væl kendur sølumaður ikki minst frá tíðini hann arbeiddi innan skrivstovu- og telduútgerð men eisini eitt nú innan miðlar.

Hann hevur tó altíð havt eitt bein á sjónum og sleppur nú at royna seg í nøkrum hann sjálvur kallar eitt dreymastarv.

Hann greiðir frá umvælingini av Norðlýsinum og ætlanunum fyri framtíðina umframt tí áhugaverdu søguni hjá skútuni, sum nýliga varð flotað aftaná at hava ligið beding í nógvar mánaðir.

Sum skilst verður nú síðsta hond løgd á arbeiðið at umvæla, og væntandi verður alt klárt til ferðavinnu sesongina í ár fyrst í apríl mánað.

Hoyr samrøðu á podvarpinum Mikrofonin:  trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo