Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Hon gjørdist heimskend í 80’unum við sangunum Moonlight Shadow og To France.

Í 1992 útgav hon solo fløguna Echoes, sum var sera væl umtókt. M.a eru sangirnir ”Everytime We Touch”, ”Tears in the Rain” og ”Wait” á hesi fløguni, ið toppaðu hittlistar kring heimin.

Reilly er kend fyri sítt samstarv við komponistin Mike Oldfield, sum veruliga setti gongd á hennara heimsstørnu – yrkisleið. Við hesum samstarvinum, komu hitt sum Family man (1982), Moonlight Shadow (1983), Foreign Affair (1983) og To France (1984).

Reilly var fødd 15. Septembur 1956. Hon er frá Skotlandi og uppvaksin í Glasgow. Ì byrjanuni av hennara karrieru spældi hon við einum jazz/funk bólki og í 1992 útgav hon solo útgávuna Echoes, ið staðfesti hennara status sum tónleikastjørna. Seinastu fløgurnar frá henni komu í 2009 (Looking Back, moving forward) og í 2013 (Heaven Sent). Hon hevur eisini samtarvað við nógvum tónleikarum, m.a. Smokie, ið eru væl dámdir í Føroyum.

À einari Maggie Reilly konsert fær man eina rúgvu av verðinshittum frá byrjanini av 80’unum, og gleða vit okkum at syngja við, á OY Voxbotn 2023!

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin og Artigeardit koma á OY Voxbotn 2023.

Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema

Les meira á www.voxbotn.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo