Skotskir fiskimenn heita á handlarnar um at boykotta føroyskan og norskan makrel.
Tað skriva fleiri miðlar, eitt nú Intrafish.
Tað eru Scottish Pelagic Fishermen's Association (SPFA) og systirfelagið í Hetlandi sum eru komin við áheitanini.
Hetlenska felagið hevur leingi víst á, at føroyingar fiska meira makrel í hetlenskum sjógvi enn í føroyskum, og tað eru teir sera misnøgdir við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo