Endamálið við allari almannahjálp átti at verið, mest møguligt, at gjørt hjálpina óneyðuga
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skrá fyri ólavsøkuaftan í Føroyahúsinum 28.07.23:

Kl. 14.00 – 15.00: Guðstænasta í Mariukirkjuni á Istedgade. Borgny Brünings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn prædikar.

Kl. 15.00 – 02.00: Farið verður niðan í Føroyahúsið, har møguleiki verður fyri at keypa smyrjibreyð við føroyskum viðskera. Eisini verður kalt, heitt og søtt til keyps í kaffistovuni.

Kl. 15.00 – 17.00: Fiskibrunnur fyri børnini.

Kl. 15.30 – 21.00: Lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum.

Kl. 15.45: Martin Fjallstein heldur røðu og setur ólavsøkuna í Føroyahúsinum.

Kl. 16.00: Felagssangur. Vit syngja úr sangheftinum, Tórshavnar kommuna hevur sett saman til ólavsøkuhaldið í Havn.

Kl. 16.00 – 18.00: Kappróðurin verður stroymdur uppi í skúlastovuni.

Kl. 18.00: Ólavsøkuheilsanin frá Heðini Mortsensen, borgarstjóri í Havn verður stroymd uppi í skúlastovuni.

Kl. 19.00: Felagssangur við harmonikufylgispæli. Vit syngja úr sangheftinum, Tórshavnar kommuna hevur sett saman til ólavsøkuhaldið í Havn.

Kl. 20.00: Farið verður upp á gólv.

Kl. 21.00: Lutaseðlarnir verða drignir.

Kl. 22.00 – 02.00: Mikkel Thomas Christensen spælir til dans.

Allan dagin verður høvið at njóta málningaframsýningina hjá Ellindi Egilstrøð, ið Listafelagið í Keypmannhavn hevur skipað fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo