Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin hjá Duty Free í Vága floghavn minkaði úr 28,4 mió kr í 2019 til 6,4 mió kr í fjør.

Ársúrslitið minkaði úr 17 mió kr í 2019 til 1,3 mió kr í fjør.

Starvsfólkakostnaðirnir minkaðu við meira enn 2 mió kr og lendu á 4,1 mió kr í fjør. Miðaltalið av starvsfólkum var 10 í fjør í mun til 15 árið fyri.

Duty Free er dóttirfelag hjá Atlantic Airways og Vága Floghavn sum aftur eru feløg hjá landinum. So í hesum førinum eru tað almennu Føroyar sum missa, umframt sjálvandi starvsfólk, veitrarar og onnur.

Vinningsbýti, sum í 2019 var 18 mió kr, er 0 kr í síðsta roknskapi.

Duty Free hevur minkað um balansuna sum støðan er. Frá av javnviga við stívliga 30 mió kr í 2019 var sama tal góðar 11 mió kr í fjør. Stuttfreistaða skuldin er minkað við eini 20 mió kr og tøki peningurin somuleiðis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo