

Alsamt fleiri ungfólk brúka appir sum TikTok til at royna at finna útav, um tey feila okkurt. Og tað er alt annað enn gott, halda fleiri serfrøðingar sum Jyllandsposturin hevur tosað við.
- Fleiri ringja inn og eru ørkymlað, tí tey eru sannførd um, at okkurt er galið við teimum, men tey vaksnu vilja ikki lurta, sigur Kathrine Elmose Jørgensen sum tekur Barnatelefonina, har børn kunnu ringja um ymsar trupulleikar, tey hava.
Eisini felagsskapurin Børns Vilkår er greiður um rákið, og har halda tey, at hetta fer at vinda meira uppá seg.
- Øll ungfólk kenna seg eitt sindur øðrvísi og ótrygg onkuntíð, tað merkir ikki, at nakað er galið við teimum. Nógv av hesum, sum tey síggja á TikTok er í veruleikanum tað reina gift, sigur Bolette Friderichsen, sum er lækni og stendur á odda fyri Dansk Selskab for Almen Medicin.
@tiktokterapi Det her betyder ikke du har ADHD eller ej! Det tester bare et af symptomerne på en måde som er skiftende/manglende koncentrationsevne ????️????️
♬ original sound - TikTokTerapi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo