At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Nú nærkast til SkúlaFM finaluna, sum í ár verður í Varpinum, í Klaksvík.

Tað verður nú fríggjadagin 23. februar.

Tiltakið byrjar klokkan 09:30, dyrnar opna kl.09.00 og er liðugt áleið klokkan 12:30.

UM SKÚLA FM: SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum.

Hetta siðsta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setur stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Í ár luttaka hesir skúlar:  Skúlatrøð, Skúlin við Løkin, Tofta Skúli, Nám X, Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt og Skúlin á Giljanesi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo