Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Børn og ung blíva útsett fyri porno og øðrum ágangi á internetinum, tí noyðast vit at gera meiri fyri at verja tey. Tølini lúgva ikki:

- Tað er vanligt, at børn koma fram á porno í aldrinum 8-12 ár

- Meirilutin av 13 ára gomlum hava sæð porno

- Í minsta lagi ein av trimum pornofilmum innihalda harðskap

- Hóast porno er sera veruleikafjart, so heldur ein út av fýra millum tey ungu, at porno er besta keldan til at læra um sex

Tølini omanfyri eru úr útlondum, men hví skuldi Føroyar verið eitt undantak? Internetið er jú ein alheims pallur.

Í 80’unum tók Løgtingið støðu til, at pornobløð ikki skuldu liggja opinlýst frammi í handlunum. Hetta fyri at skána børnini. Í dag stendur internetið víð opið fyri øllum, sum hava ein teldil, snildfon ella teldu.

Granskingin vísir greitt at porno er skaðiligt fyri heilan og á annan hátt. Vit eiga tí at taka eina greiða støðu til internetið og tað sum liggur har úti:

1. Vit skulu finna tekniskar loysnir, sum seta verjugarð um børnini og ungdómin ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.

2. Løgtingið skal orða ein almennan politikk, við leiðreglum til foreldur, stovnar og skúlar, um hvussu børn og ung vera slúsaði út á internetið, á ein skilagóðan hátt.

Foreldur hava fyrst og fremst ábyrgdina av sínum børnum, men myndugleikarnir eiga at stuðla foreldrum í trupulleikum, sum standast av internetinum, eins og tað verður gjørt við aðrar samfelagstrupulleikar.

Avleiðingarnar verða stórar, um vit venda blinda eyga til.

Steffan Klein Poulsen, valevni fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo