Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røða hjá Erling Eidesgaard í dag í sambandi við aðalorðaskifti um fólkaskúlan:

Eg fór í fyrsta flokk í gamla skúla í Trongisvági í 1978. Tað var ein skúli við trimum flokkum í EINARI skúlastovu. Einari skúlastovu, sum kanska var einar 50 fermetrar til støddar. Tilsamans vóru vit nokk eini 20-25 børn. Hetta var ein bygdaskúli av tí gamla slagnum; áðrenn mann av álvara fór at brúka pengar uppá skúlar.

Vesið var í einum køldum og slavnum betongbunkara niðri í fjøruni, og tað stóð nógv á, áðrenn mann hættaði sær oman hagar. Tað var best at bíða, til mann var heima aftur.

Tað tók tað mesta av skúlaárinum, áðrenn eg fann út av, at lærarin æt Kári og ikki TYGUM. Hann undirvísti einsamallur, so hann hevði úr at gera.

Í skúlagarðinum var eitt spælipláss við torni og russjubana, sum ung fólk frá “Mellemfolkeligt Samvirke” høvdu bygt úr gomlum dekkum og imprægneraðum lyktapelum. Tað var áðrenn, mann hevði funnið útav, at tað var farligt.

Tá eg gekk í skúla kom tað framvegis fyri, at mann fekk oyrafikur, mann bleiv royttur og sligin við peikipinninum; og mann kundir risikera at fáa eina luftreisu, um mann ikki skikkaði sær ordiligt.

Míni børn gingu í Eysturskúlanum. Vit vóru so heppin, at um tað mundið, tá tann fyrstfødda byrjaði í fyrsta, hevði Eysturskúlin gjørt av at seta serliga nógva orku inn í innskúlingini. Har savnaði mann eitt toymi av lærarum, ið vóru serliga sterkir fakliga; teir vóru energiskir og engageraðir.

Gott nokk vóru flokkarnir stórir, men tað gjørdi tað hinvegin møguligt at hava dupultlærarar part av tíðini. Samstarvið millum lærararnar í toymunum var framúr, og tað smittaði allan vegin gjøgnum næmingarnar og heim í heimini; og úrslitið gjørdist hareftir.

Tann góða barlastin bleiv løgd í næmingarnar, tann metodiska tilgongdin og tann høgi arbeiðsmoralurin blivu til ein vana. Og tá mann fær so gott í beinið, so tolir mann at kvaliteturin kanska svingar eitt sindur, tá mann kemur longri upp í systemið; í hægri flokkarnar. Tí slepst jú neyvan undan.

So eg veit av royndum at tað riggar, at seta nógva orku inn og hava høgan kvalitet í byrjanini. Tað er, sum við so nógvum øðrum. (Projects don’t go wrong. They start wrong).

Eg havi nógvar lærarar í familjuni, so fólkaskúlin hevur altíð havt eina høga stjørnu hjá okkum og hjá mær.

Hetta er tann skúlagongdin, ið vit øll skulu hava … í minsta lagi. Minimumsskúlagongdin, ið skal tryggja, at vit klára okkum í gerandisdegnum og í samfelagnum og eru so nøkunlunda til at halda út at vera saman við.

Tað er hent nógv, síðan eg fór í skúla í 1978. Kommunurnar brúka í dag nógvar pengar á økinum. Skúlarnir eru arkitektteknaðir, og teir eru bygdir til endamálið; flottir og heitir. Teir fysisku karmarnir eru góðir.

Vit vóru á vitjan á skúlanum á Fløtum í gjár. Størsti skúli í landinum. Har er høgt til loftið og vítt til veggja. Har er hiti í gólvinum, har er list og har er eitt flygil í auluni. Kontrastirnar ímillum gamla skúlan í Trongisvági og hendan nýggja skúlan á Fløtum eru ørandi.

Landið brúkar nú 119.329 kr. per næming per ár (miðal 2018-21). Tað er, væl at merkja, umframt teir fysisku karmarnar, ið liggja hjá kommununum. Av norðurlondum er tað bara Norra, sum brúkar meir enn vit. Finnland brúkar einans 85.007 kr. So vit brúka góð 40% meir enn finnlendingar … og góð 30% meir enn danir.

Men hvussu er støðan so í skúlanum í dag? Er alt betri nú?

Hyggja vit eftir nýggjastu PISA kanningini, sum bleiv kunngjørd í december, so stendur illa til.

37 lond eru við í kanningini.

Í lesing og í náttúruvísind eru vit nr. 32 og í støddfrøði eru vit nr. 33 … vit eru sættaftast og fimtaftast.

Men hví eru vit so aftarliga?
Eru tað teir fysisku karmarnir?
Eru tað teir fíggjarligu karmarnir?
Er tað undirvísingartilfarið?
Eru tað lærarirnir?
Ella er tað okkurt heilt annað?

Frágreiðingin fer ikki í dýpdina eftir møguligum orsøkum. Tað er møguligt, at eitt drúgvari ananlysuarbeiði liggur aftanfyri; sum ikki er tikið við í frágreiðingina. Tað kann landsstýrismaðurin kanska svara uppá.

Men eg kundi í øllum førum hugsað mær at sæð eina analysu av hesum. Hví klára vit okkum so ekstremt illa?

Men tað tykist rættiliga týðiligt, at vit hava bestemmað okkum fyri at elta Finnland. Og tað er kanska skilligt, tí Finnland líkist jú okkum, soleiðis mentanarliga, og júst Finnland hevur ligið ovarliga í PISA í nógv ár; og Danmark somuleiðis. At eitt nú Japan, Korea og Kanada eru ovast í øllum mátingum, altíð, lata vit fara fyri fyrst.

Men arbeiðsbólkurin hevur so sett fram 18 tilmælir. Eg skal ikki nevna tey øll, men tey, sum landsstýrismaðurin hevur valt at seta fokus á, eru hesi 4:

- at minka flokkarnar, soleiðis at tað í mesta lagi vera 20 næmingar í hvørjum flokki
- at styrkja flokslæraran
- at fáa fleiri tvílærarar og samlæring
- at eftirútbúgva tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum

Har eru eisini onnur áhugaverd tilmælir:

Eitt er til dømis at lækka vikuliga tímatalið á øllum stigum … 25t., 30t., 32t.

Eg eri ikki hvørki lærari ella pedagog, so eg havi í botn og grund ikki so nógv forstand uppá skúlaverkið. Men eg eri verkfrøðingur, og kanska tí, komi eg í tankar um hesa lítlu anekdotuna …

Amerikanski herurin kannaði stríðsflogførini, sum komu sundurskotin heimaftur úr Týsklandi undir øðrum heimsbardaga. Tey mistu nógv flogfør, so tað var eyðsæð, at neyðugt var at styrkja tey (armera). Og tá vektin á flogførum jú hevur alt at siga, so ráddi um bert at styrkja tey, har tað var absolutt neyðugt. Flogførini vóru serliga illa skotin, ja, gjøgnumgataði, á sjálvum skrokkinum og ikki eins nógv á veingjum og motori, so avrátt var at styrkja skrokkin.

Matematikarin (statistikarin), Abraham Wald, ið arbeiddi fyri herin, bleiv tikin uppá ráð. Hvar skulu flogførini styrkjast?

Hann svaraði við spurninginum: “Hvar eru skotholini í flogførunum, ið IKKI megnaðu at flúgva heim aftur”. Tí tað var jú innlýsandi og logiskt fyri hann, at tað vóru tey flogførini, sum vóru skotin niður og ikki komu heim aftur, sum høvdu skothol, sum tey ikki toldu. Hetta var á sjálvum motorinum. So tað var har, at tað var neyðugt at styrkja flogførini.

Eg gangi út frá, at hesi tilmæli, eru ein niðursjóðing av tí besta úr Finnlandi og Danmark. Og pointið hjá mær er: Um vit vilja kopiera t.d. Finnland, so er relevant at spyrja: Hava vit alla myndina? Og vita vit yvirhøvur, hví summi lond klára seg væl og summi illa?

Ja, vit vita, at Finnland hevur munandi færri undirvísingartímar. Tey hava eisini minni flokkar. Og tímatalvan sær eitt sindur øðrvísi út enn okkara. Men er tað nú alt?

Nú veit eg tilfeldigvís, at finnlendingar fyri nógvum árum síðani fluttu læraraútbúgvingina inn á universitetið, so finsku fólkaskúlalærararnir í nógv ár hava verið universitetsútbúnir kandidatar. OG teir eru spesialiseraðir í nøkrum fáum fakum. Einki verður nevnt um tað í frágreiðingini – uttan so at eg, av misgáum ella vantandi lesiførleika, havi lopið tað um.

Men kanska er tað útbúgvingin, sum skal undir luppin?

Og hvat við undirvísingartilfarinum? Er tað nóg gott hjá okkum? Seta vit nokk av ressursum av til hetta?

Og undirvísingarmetodurnar? Eru tær, tær bestu. Granska vit yvirhøvur í tí?

Skulu vit leggja okkum eftir at fylgja teim bestu, so er neyðugt at hava alla myndina. Eins og við anekdotuni, eg nevndi um stríðsflogførini. Hvar eru skotholini, sum gera at flogførini IKKI koma aftur?

Hava vit alla myndina? Taka vit støðu á fult upplýstum grundarlagi?

Skúlin hjá okkum kostar frammanundan næstmest í norðurlondum. Og skulu vit fylgja øllum tilmælunum í frágreiðingini, kemur hetta at kosta 78 mió. afturat um árið fyri landskassan. Og kommunurnar noyðast at byggja 53 skúlastovur afturat. Ella næstan tveir skúlar á Fløtum. Og teir kosta altso 4-500 mió. stykkið í 2020 krónum.

Kanska kundi landsstýrismaðurin fingið kannað nærri, hvussu Finnland neyvt ger. Ella kanska skuldi hann kannað londini, ið liggja enn hægri á stigatalvuni. Japan, Korea og Kanada. Hví ikki?

Eg haldi, undir øllum umstøðum, at argumentatiónin fyri tilmælunum er í veikara lagi. Vit áttu at havt betri grundarlag at staðið á.

Men eitt er víst! Okkurt er galið hjá okkum. Tað kann eingin ivi vera um.

Vit hyggja eitt sindur eftir talvunum í frágreiðingini.

Vit brúka samanlagt 42,4% av tíðini í skúlanum uppá mál. Finnar brúka 28%. Tann stóra avbjóðingin her er, at vit hava eitt STÓRT eyka mál inni í skúlanum. Tað er ikki so farligt, siga summi. Men góð 10% av orkuni í fólkaskúlanum fer altso til at læra danskt. Til samanberingar brúka danir 5% uppá týskt og finnar brúka 3% uppá svenskt.

Tað verður mælt til, at málundirvísingin minkar nakað, fyri at geva pláss fyri t.d. nátturuvísind. So har kundi eg hugsað mær, at vit tóku nakrir tímar av. Tveir tímar um vikuna í donskum frá 6. flokki hevði verið ríkiligt, um mann tekur tað at danna og tulka og greina burtúr donskum og letur tað vera í móðurmálinum.

Og so brúka vit 6% uppá kristni, og tá er morgunsangurin ikki taldur við. Tað er 60% meir enn Danmark og Finnland brúka. Tað er alt í lagi, at vit vilja vera kristin og at vit vilja hava undirvísing í religión. Men minni kann eisini gera tað.

Vit brúka 11% meira av tímum uppá støddfrøði enn Danmark. Vit eru nummar 33. Danmark er nummar 9. Hvat er galið her? Eru tað ov nógvir tímar? Er tað tilfarið? Eru tað metodirnar? Eru tað lærararnir?

---

Og so er tað ítrótturin:

Eg haldi sum heild, at vit hava ov lítið av ítrótti. Vit hava morgunsang hvønn dag. Hví hava vit ikki morgunfimleik hvønn dag?

Og serliga viktig er svimjingin! Tað er tann einasta beinleiðis lívbjargandi ítróttargreinin.

Føroysk børn duga ikki nóg væl at svimja. Og so langt frá tí.

Vit eru ein siglandi tjóð. Okkara økið er 300 túsund km2. 1,4 km2 av tí er land; restin er hav (99,5%). Tað er altavgerandi, at vit duga at svimja!

Norðurlendska definitiónin av at duga at svimja er, at ein skal klára at svimja 200 metrar uttan steðg. Ein kanning, sum bleiv gjørd av fimta floks næmingum í 2018, kom fram til, at bara 43 prosent siga seg klára at svimja 200 metrar, 35% vita ikki um tey klára tað og 21% halda seg ikki klára tað.

Svimjisambandið gjørdi aftur 2021 somu kanning, men tey eru ikki liðug at greina hana enn!?!

Men hetta má fáast í rættlag. Her mugu svimjitímar setast av HVØRJA viku. Vit eiga at fáa talið av teimum, sum duga at svimja upp á 100%.

Eg fari tí at heita á landsstýrismannin um at fáa sett tíð av til svimjing. Tí tað er lívbjargandi!

Og so er tað hetta, at stytta skúladagin og at koma tíðliga heim úr skúla. Tað merkir jú, at mann skal gera skúlating heima. Eg veit, at mann, í skúlaverkinum, tráðar eftir “at fáa foreldrini við” og at inndraga heimið í undirvísingina.

Har havi eg eitt sindur av skeptisismu. Tí, eg hevði helst viljað havt, at tá mann er í skúla, so er mann í skúla. Og tá mann so kemur heim úr skúla, so er mann liðugur og hevur frí; og skal altso ikki gera skúlating.

Er tað nakað, sum vit læra vaksin fólk í dag, sum fáa stress, so er tað at lata arbeiðið liggja á arbeiðinum, og at halda frí, tá tey eru heima. Og so læra vit kortini, í skúlaverkinum, at taka arbeiðið við heim.

Og hitt elementið, sum kanska er enn meira umráðandi, um mann ynskir at inndraga foreldrini, er, at rættiliga nógv foreldur eru illa stillaði til uppgávuna. Tað eru nevniliga ikki øll foreldur, sum duga væl at rokna, skriva ella lesa. Og har stillar mann teir næmingarnar, sum kanska frammanundan eru illa fyri, enn verri; við at leggja uppgávuna at gera skúlating heim og til foreldrini at standa fyri.

Tí haldi eg, at hetta við styttum skúladegi eigur at vera avvigað, so at mann fær gjørt skúlatingini í skúlanum, og at tað ikki liggur á foreldrunum; og næmingarnir harvið eru givnir upp til skutil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo