At leggjast fyri er eitt luksus, sum eingin ísraeli kann loyva sær
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað ber snøgt sagt ikki á mál. Í øllum førum ikki, tá ið tað snýr seg um krabbamein.

Í bæði føroyskum og donskum fjølmiðlum hava vit seinastu dagarnar frætt, at danska stjórnin hevur sett sær fyri, sum forsætismálaráðharrin orðar tað, ”at endurreisa álitið á donsku krabbameinsviðgerðina”.

Hetta sprettur úr, at tað er vorðið greitt, at tað eru danskir krabbameinssjúklingar, sum ikki hava fingið viðgerð innan ásettu tíð. Gølan er eisini, at tað er ikki komið fram í ljósmála, at sjúklingarnir hava ikki fingið ta viðgerð, sum teir hava rætt til. Danska stjórnin hevur gjørt av at fara til verka. Beinanvegin.

Hvussu er støðan so í Føroyum?

Í Føroyum er einki, sum eitur at verða útgreinað ella útgreinaður og fáa viðgerð innan ásetta tíð. Tí í Føroyum hava vit ikki, sum í Danmark og øðrum av okkara grannalondum, lóg um mest loyvdu bíðitíð.

Í Føroyum er heldur einki, sum eitur, at sjúklingar ikki hava fingið ta viðgerð, sum teir hava rætt til. Tí í Føroyum hava vit ikki, sum í Danmark og øðrum av okkara grannalondum, lóg um viðgerðartrygd.

Tað kann vera, at vit í Føroyum ikki bíða longur, enn tey gera í Danmark.

Vit vita tað ikki. Vit hava ikki tøl, sum vísa, hvussu long tíð gongur frá tí, at illgruni er um krabbameinssjúku til tað er staðfest, um talan er um krabbameinssjúku. Vit hava heldur ikki tøl fyri, hvussu long tíð gongur frá, at sjúkan er staðfest, til sjúklingurin er komin í viðgerð.

So. Kanska er støðan í Føroyum tann sama í Danmark. Kanska er hon betri. Kanska er hon verri. Í øllum førum er støðan tann, at vit vita tað ikki. Vit kunnu bara gita.

Vit vita, at í Føroyum er krabbamein tann sjúkan, sum krevur flest mannalív.

Vit vita eisini, at tíbetur eru alsamt fleiri, sum fáa heilsubót. Tað vísa millum annað hagtølini fyri, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at tey hava fingið staðfest krabbamein.

Vit vita eisini, at í hinum Norðurlondunum eru tølini penari enn okkara. Har eru lutfalsliga fleiri, sum fáa heilsubót. Vit eru eftirbátar, bæði tá ið talan er um kvinnur og um menn.

Fyri stívliga einum ári síðani var nýggj krabbameinsætlan handað landsstýrisfólkinum í heilsumálum. Ætlanin er á tremur við tilmælum, heili 69 í tali, og tað er so smátt farið undir arbeiðið at seta tilmælini í verk.

Millum tilmælini eru
•    at orða menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina, tí stórar avbjóðingarnar eru á økinum

•    at ávísingarskipanin verður einføld og gjøgnumskygd

•    at tað í lóg verður ásett, hvussu long bíðitíðin kann vera, áðrenn sjúkan er útgreinað

•    at tað í lóg verður ásett, hvussu long tíð kann ganga, áðrenn sjúklingurin fær viðgerð

•    at skrásett verður, hvussu long tíð gongur, frá tí sjúklingurin hevur fingið ávísing til hann er útgreinaður og til hann fær viðgerð. Hesi hagtølini skulu verða almannakunngjørd nakrar ferðir um árið.

Tilmælini eru orðað og fest á blað. Tey sum ráða, hava fingið tilmælini fyri góðum ári síðani.

Veruleikin er, at enn eru tey allarflestu bara tilmæli. Og enn gita vit, hvussu statt er við bíðitíðum.

Brettið nú upp um armar og setið tilmælini í verk!

Fyri Krabbameinsfelagið

Durita Tausen
Formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo