

Tórshavnar kommuna: Arbeiðið við at gera nýggju ánna á Vaglinum er komið væl áleiðis. Alt arbeiðið skal verða liðugt til ólavsøku. Orsakað av plásstroti verður nú leygardagin neyðugt at flyta arbeiðsskúrarnar út á gongugøtuna, sí hjáløgdu mynd.
Orsøkin til hetta er, at nú seinasta hond verður løgd á grótlaðingina, so er plásstrot til nógvu flísarnar inni á sjálvum byggiøkinum. Tí má finnast nýtt pláss til manningarskúrarnar.
Skúrarnir verða fluttir út á niðastu 4 parkeringsøkini í gongugøtuni leygardagin og verða standandi til arbeiðið er liðugt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo