Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sláið Ring skrivar: Í hesum døgum eru 130 føroyingar við Sláið Ring á barnadansistevnu í Lerum í Svøríki. BARNLEK2023 er norðurlendsk fólkadansistevna fyri børn og ung, har vit savnast um norðurlendska siðaarvin. Barnlek er triðja hvørt ár, og londini skiftast um at hýsa dansistevnuni – seinast vitjaðu norðurlendsku grannar okkara í Klaksvík. Okkara íkast til barnadansistevnuna er føroyski dansurin.

Umframt Føroyar, luttaka Danmark, Noreg, Grønland, Finland og sjálvandi Svøríki. Tað eru fleiri enn 400 luttakarar, og føroyingar eru størsti bólkurin.

Vit gista á einum skúla, har vit hava allar hentleikar, og fáa mat. Her er mangt og hvat at uppliva. Fleiri av føroyingunum hava verið á útferð í skóginum, har teir hava leitað eftir vættrum og trøllum. Vit hittu fleiri av gandakendu verunum, sum búgva í svensku skógunum: álvar, eina heks, eina skógarkvinnu, kvinnuna úr vatninum, ja enntá ein nyk. Okkara samdansur er Nykursvísa, so tað var spennandi hjá okkum at síggja nykin.

Luttakandi londini hava hvør sín samdans, sum vit hava vant undan stevnuni, og stuttligt er at royna seg í øðrum fólkadansi enn tí føroyska. Hvørt kvøld er dansur. Londini skiftast um at leiða dansin – ein tíma í part hvørt kvøldið. Í kvøld hevur Klaksvíkar dansifelag leitt dansin, og vit dansaðu føroyskan dans og dansispøl.

Undirtøkan var góð - dansurin gekk væl, og tað gekk lætt at læra hinar norðurlendingarnar stevið, og fleiri kvóðu eisini við í niðurløgunum.

Fleiri av okkara ungu luttakarum hava verið við á BARNLEK fleiri ferðir fyrr, og kenna luttakarar úr øllum londunum. Eisini kenna teir fleiri av fólkadansunum frá undanfarnum stevnum, og tey eru ófør at fáa børnini uppí dansin.

Við slíkum dansistevnum styrkja vit norðurlendska bandið, og samstarva um at varðveita okkara felags mentan – vit samskifta á skandinaviskum, læra um stuttleika, sangir og spøl í hinum londunum – og læra tey okkara; vit dansa og kvøða saman, og eru saman um norðurlendska felagsskapin.

Nógv spennandi er á skránnin komandi dagarnar. Vit gleða okkum til at ganga skrúðgongu – øll londini í sínum fólkadraktum, at síggja tjóðarframførslurnar av dansinum, at framføra í býnum, og ikki minst, at knýta nýggj vinabond.

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo