Innsent: Høgni Mohr gevur í dag út ókeypis ljóðbók til blind, sjónveik og onnur.
Í dag er nógv lisna og útselda bókarverkið, Slepp tær til heiti fani, vorðið tøkt sum ljóðbók. Fyribils er bókin tøk á facebook-vanganum hjá Høgna Mohr.
Bókin, ið kom út í 2018, varð prentað í 2.000 eintøk og útseld eftir stuttari tíð. Og nú er hon altso vorðin til ljóðbók.
Tað er Høgni Mohr, sum sjálvur hevur lisið inn. Bókin er 8 tímar og 15 minuttir long.
Innihaldsyvirlit:
“Fororð
Aftur og Framsókn
Dissidenturin
„Eg havi aldrin gjørt eina avtalu við CIP! Hevði ikki funnið upp á tað! Og eg eigi ongan part av avtaluni!“
„Eg havi mannað meg upp, síðan eg var átjan“
Einsamallur eftir
Eitur nøkur sjúka útslitin?
Er keisarin nakin?
Hinumegin ringvøddan
Kringvarpið er eitt reytt rottureiður
Lóg ella landaskil?
Null Jesus Negativ
Skjótari enn sín egni uggi
„Tá ið tú arbeiðir við prinsippum, mást tú onkuntíð liva av havragrýni“
Tíðindi eru vorðin ein sinnisstøða
Uppreistur
„Vit leita ikki eftir teimum funnu”
Her er leinkið til nýútgivnu ljóðbókina:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



