Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Evni: Sildafiskiskapur
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógv er eftir av føroysku sildakvotuni?
2. Hevur landsstýrismaðurin roynt at fáa betri sømdir við Ísland, soleiðis at føroysku skipini sleppa at sildini, sum svimur hinumegin 50 fjórðingsmarkið?
Viðmerkingar:
Føroyska sildaveiðan hevur hilnast illa higartil í ár. Á leið ein fjórðingur av føroysku kvotuni er komin til lands higartil.
Skip og manning vanta inntøku. Gólvini eru turr á uppsjóvarvirkjum, og arbeiðsfólk fáa onga inntøku. Serliga stórur er trupulleikin hjá arbeiðsfólki í Suðuroy. Her hevur arbeiðsfjøldin als ikki somu møguleikar sum tey á meginlandinum at finna sær annað arbeiði.
Tí føroysk skip sleppa ikki inn um 50 fjórðingar í Íslandi at fiska sildina. Harafturímóti hava íslendingar rokast innanfyri og longu fiskað sína kvotu.
Tað hevur alstóran týdning, at føroysku skipini sleppa at sildini fyri at fáa føroysku virðini til høldar, og arbeiðsfólkið sleppur til arbeiðis.
Tað vildi tænt Føroyum, um landstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók samráðingar upp við starvsbróður sín í Íslandi í eini roynd at vunnið okkum betri sømdir, soleiðis at fiskiskapurin ikki steðgar upp, og fiskitilfeingið ikki kemur til høldar.
Á Løgtingi, 4. november 2022
Bjarni Hammer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo